So er tað greitt, hvørjum óføru føroysku hondbóltsmenninir skulu spæla ímóti á leiðini ímóti HM endaspælinum, sum í januar 2023 verður í Svøríki og Póllandi.
Lutakast hevur í dag verið í Budapest, har dysturin um triðja plássið og finalan í EM endaspælinum vera seinnapartin í morgin.
Hjá Føroyum fall luturin soleiðis, at Føroyar í fyrra kvalifikatiónsumfarinum, sum verður miðskeiðis í mars, skulu spæla ímóti Hvítarusslandi. Lutakastið fall soleiðis, at Føroyar eiga heimadyst í fyrra dystinum.
Samantaldi vinnarin av uppgerðunum millum Føroyar og Hvítarusslandi skal spæla ímóti Týsklandi, og luturin fall soleiðis, at fyrri dysturin verður í Týsklandi.
Í mars
Ukraina – Finnland
Italia – Slovenia
Portugal – Sveis
Eysturrríki – Estland
Grikkaland – Bosnia Hersegovina
Norðurmakedonia – Rumenia
Ísrael – Litava
Slovakia – Belgia
Føroyar – Hvítarussland
Í apríl
Russland – Slovakia/Belgia
Ukraina/Finnland – Kroatia
Grikkaland/Bosnia Hersegovina – Montenegro
Portugal/Sveis – Niðurlond
Italia/Slovenia – Serbia
Týskland – Føroyar/Hvítarussland
Kekkia – Norðurmakedonia/Rumenia
Eysturrríki/Estland – Ísland
Ísrael/Litava – Ungarn










