Í sambandi við at vit í ár hava eina koronumerkta ólavsøku, skipar Ítróttafelagið Hvirlan fyri limatiltaki á Tórsbreyt ólavsøkuaftan kl. 11.00-13.00. Vit fara at ganga skrúðgongu, og allir limir sleppa upp í part. Eftir tað hava vit Ólavsøkuleikir, ið er barnatiltak fyri børn upp til 10 ár. Kappingin er inspirerað av Stuttleikum, sum plaga at vera árligt opið tiltak hjá felagnum, men sum í ár eru avlýstir orsakað av koronu.
Kappast verður í renning, longdarlopi og bóltkasti. Eftir ta kappingina sleppa tey ungu og vaksnu (10 ár og eldri) framat at kappast í sleggju, diskus, 100- og 400 m.
Endamálið hjá felagnum er bæði at geva børnunum eina ólavsøkuuppliving, tí tey eru kanska tey, ið missa mest á júst hesi ólavsøkuni. Haraftrat vilja vit gjarna halda fast í gamlar ólavsøkusiðvenjur sum skrúðgongu og ítóttakappingar.