Hvirlan og Stuttleikir á Frælsinum

Hvirlan, sum er felag fyri frælsan ítrótti, skipar annan leygardag fyri Stuttleikum á læraraskúlavøllinum á Frælsinum í Havn.

Stuttleikir byrja leygardagin, 4. oktober. klokkan 12 og koyra til klokkan 14. Tilmelding fer fram á staðnum frá klokkan 11.30.

Leikirnir eru skipaðir sum tríkampur, har hvør íðkari luttekur í bóltkasti, longdarlopi og 60 m renning. Tíðir og longdir verða skrásettar á skreytblað, sum íðkarin fær til tilmeldingina. Tá hann hevur luttikið í øllum trimum greinum, fær hann heiðursmerki fyri hetta. Alla tíðina, so leingi leikirnir vara, kunnu luttakararnir stilla seg í rekkju og vera við, men bert tríggjar ferðir verða tíðir og longdir skrásettar á skreytblaðið. Til ber eisini bara at fáast við eina grein, men luttøka í øllum trimum er kravd, skal ein gera sær vón um heiðursmerki. Til tess at børnini ikki skulu ørkymlast meir enn neyðugt, er gott hjá teimum at hava ein vaksnan við sær, soleiðis at tey finna fram til røttu rekkjurnar og fáa neyðugu skrásetingarnar á skreytblaðið.

Luttøkugjaldið er 50 krónur, sum fólk skulu hava í reiðum peningi, - og ongantíð betur, um tey koma við "akkurát fyri", so avgreiðslan verður skjót. Vónandi taka fólk undir við tiltakinum og bera boðini á mannamuni, tí vit vilja gjarna, at tað er svart av fólki henda dagin á Frælsinum.