Nýggja felagið Hvirlan í Havn er eitt felag í vøkstri, - nú felagið er ár, táttar limatalið longu í hundrað. Serliga millum børn og ung er áhugin stórur. Hvirlan bjóðar nú venjarum sínum á skeið. Hvirlan hevur fingið svenskan frælsainstruktør, Daniel Bergin, at standa fyri skeiðnum, sum fevnir um tvey vikuskifti.
Eftir skeiðslok og fulla luttøku fáa tey, ið gjøgnumføra skeiðið eina skeiðsváttan, sum er á sama stigi, sum svenska frælsasambandið gevur sínum barna- og ungdómsvenjarum. Tey, ið gjøgnumføra skeiðið hava tá útbúgving, ástøðiligan og verkligan kunnleika, at skipa venjing fyri børn og ung í aldrinum 7-14 ár. Somuleiðis hava tey møguleika fyri framhaldsútbúgving.
Skeiðið verður hildið í vikuskiftunum 28. og 29. mars og 25. og 26. apríl.









