Fyri eini løtu síðani fór ein bussur hjá Bygdaleiðun út av vegnum við miðnámsskúlan í Hovi.
Løgreglan sigur, at ein hvirla tók bussin og hann fór einar 30 – 40 metrar út av vegnum. Umframt føraran, vóru tvey ferðafólk í bussinum. Løgreglan sendi sjúkrabil á staðið, men har var eingin fólkaskaði, sigur Løgreglan.
Tað er kolandi stormur og á leiðini, har bussurin fór út av, vóru hvirlurnar verið upp í 37 metrar um sekundið fyri eini løtu síðani. Eisini ymsastaðni kring landið er heilt nógvur vindur, á Norðadalsskarði er hann upp í 44 metrar um sekundið og í Kaldbaksbotni er hann 36 metrar. Men eisini aðrastaðni í landinum er rættiliga nógvur vindur, so tað krevst størsta varsemi at fara í bil.
Hetta er einasta fráboðan, løgreglan hevur fingið um skaða í storminum í dag. Bæði í 2015 og í 2017 fóru bussar eisini út í Hovi í stormi.