Hvirla fór við kaminini

Ein tann fyrsti fráboðaði stormskaðin í heyst hendi á Nesi í Hvalba í nátt.

Veturin er fyri durum, og tað merkist í veðrinum, ið hevur verið munandi verri síðstu vikurnar.


Í nátt fekk løgreglan so eina ta fyrstu fráboðanina um ein stormskaða í heyst. Talan var um eina kamin á einum húsum í Nes í Hvalba, ið fekk skaða í vindinum.


- Nú byrjar veðrið at gera um seg aftur. Í Hvalba var ikki nakað serliga ringt veður í nátt, men har vóru nakrar harðar hvirlur á Nesi. Ein teirra tók í kaminina á einum húsi, so at kaminin koppaði, greiðir Claus Olsen, frá Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag frá, tá in.fo tosaði við hann fyrr í dag.


- Menn fóru á staðið, og tóku kaminina av takinum, so at hon ikki gjørdi størri skaða á takið. Síðani varð holið tetta við skúmi, so at vatnskaðin ikki gjørdist ov stórur.