Óli Johannesen var ikki við, tá felagið hjá honum, Hvidovre IF, enn eina ferð legði rygg til tap. Hesa ferð vóru teir í Kolding, har heimaliðið vann 3?1. Støðan í hálvleikinum var 1?0.
Óli Johannesen hevur verið plágaður av skaða í fótinum, men nú verður roknað við, at hann skjótt verður tøkur aftur. Eingin ivi er um, at Hvidovre hevur brúk fyri Óla. Støðan er alt annað enn góð, og álitið í miðverjuni skal vera við til at tryggja, at Hvidovre ikki flytir niður.
At Køge og Farum fara at flyta upp í bestu deildina gerst alt meiri sannlíkt. Køge hevur áður verið fleiri ferðir í bestu deidlini, og teir hava eina ferð vunnið meistaraskapin. Farum hevur ongantíð verið í bestu deildini. Tað var ikki fyrrenn nú so nógv umrøddi Peter Brixtofte setti í seg, at býurin hjá honum skuldi hava eitt fótbóltsflaggskip í bestu deildini, at tað fór at ganga rætta vegin, og nú er Farum á gáttini til superliguna.
Hesa ferð høvdu teir vitjan av Randers Freja. Tað var spenningur í alla tíðina, og Farum vann bara 1?0. Men tey trý stigini vóru kærkomin.
Síðani nógvir av superligu spælarunum hjá Lyngby fluttu til Farum hevur fyrrverandi Lyngby venjarin, Poul Hansen, verið ítróttarstjóri í Farum, meðan fyrrverandi AB og FCK venjarin, Christian Andersen, hevur verið venjari. Tað hevur ofta verið frammi, at tað bara var ein spurningur um tíð, áðrenn Poul Hansen fór at gerast venjari, og at Christian Andersen fór at fáa sekkin. Men nú bendir ikki serliga nógv á, at tað skal gangast soleiðis. Donsku fjølmiðlarnir vistu í gjár at siga, at Poul Hansen er upp á tal sum venjari hjá AGF. Um hetta verður veruleiki er ikki minst treytað av, um AGF megnar at varðveita plássið í bestu deildini.
Køge hevði vitjan av AC Horsens. Úrslitið var 1?0, og harvið er Køge framvegis oddalið. Seinastu árini hava teir onkra ferðina havt beina kós ímóti bestu deildini, og so hava teir kiksað í síðstu løtu. Einki bendir á, at tað hesa ferð skal gangast teimum soleiðis.
Herfølge er framvegis á aldukambinum, sum teir hava riðið á síðstu vikurnar. Hesa ferð vunnu teir 3?1 í Århus ímóti AC Århus. B93 hevur fingið stig fleiri ferðir upp í slag. Hesa ferð megnaðu teir 1?1 í Odense ímóti B1913. Tað var eitt gott úrslit hjá B1913. Fredericia hevði vitjan av hinum árstalsfelagnum í Odense. B1909 legði rygg til 3?0 tap ímóti Johan B. Hansen og Fredericia.
HFK Sønderjyllandi og Frem vóru leingi við í uppflytingarstríðnum. Nú eru vónirnar hjá hesum báðum feløgunum heilt kámar. Frem vitjaði í Sønderborg, og teir vórðu sendir aftur til Valby við 2?0 tapi.