Hvi so veruleikafjarur Áki Andreasen??

Johan Dahl
løgtingsmaður
???????

Tá eg skrivaði greinina um beinleiðis og óbeinleiðis stuðulin ,sum givin er til Atlantic Airways , var tað als ikki av illvilja móti flogfelagnum, soleiðis sum Áki Andreasen leggur upp til, men heldur eitt "statement of facts" yvir nakrar - lat okkum kallað tað "politiskar skeivleikar" sum eiga at verða rættaðir.
Hvussu ber tað til at hesin maður als ikki sær skógin fyri berum trøðum ?? Kann man veruliga vera so fanatiskur at allur objektivitetur dettur burtur? Ella er tað kanska hansara háttur at trútta enn ein tjóveldis - skeivleika niður í Føroya Fólk?
Áki Andreaen átti at verið somikið tilvitaður politiskt, at hann eisini visti at Sambandsflokkurin ongantíð hevur verið ímóti Atlantic Airways - okkara almenna tjóðarflogfelag, men hevur verið við til at stuðla hetta felag frá byrjan og til dagin ídag.
Tíbetur er tað soleiðis í einum demokratiskum samfelag - og eisini stað-fest í grundlógini - at vit hava skrivi, tali- og trúarfrælsi, men tað sær ikki út til at øðrvísi hugsandi og -skrivandi kunnu hava hetta frælsið, sambært harra Andreasen. Hjá hesum tjóðveldismanni er bara tað rætt, sum hann og hansara meta vera tað rættað, og passar tað ikki í hansara kram, so verður veruleikin rongdur.
Hví vil Áki ikki viðgera sjálvt evnið?
Hví skulu almennu Føroyar beinleiðis og óbeinleiðis hvørt ár við nógvum milliónum krónum stuðla einum almennum flogfelag, sum - um ferðaseðlaprís-urin varð niðursettur við 100 kr. pr. ferðandi - hevði havt eitt hall uppá kr. 2-3 mill pr. ár, hetta hóast beinleiðis og óbeinleiðis stuðulin??
(Tá eg tosað um hundrað krónur niðursett pr. ferða-seðil, er tað bygt á 120.000 ferðandi).
Tá nú allur annar stuðul til vinnur er bannlýstur av hansara egna flokki, og vinnan skal virka eftir marknaðartreytum uttan stuðul - hví skal so hetta almenna felag fáa framíhjárætt við stuðuli og høgum ferðaseðlaprísum?? Er tað ikki kappingaravlagandi so ta forslær ?
Hví skal sumt, sum ikki kann standa, falla, meðan annað verður hildið uppi ?
Tað mátti verið rætt og rímiligt, at øll vinnuvirkir fingu somu kor at virka undir, ella hvat ?
Tað er als ikki ein spurningur um hvat stjórin í Atlantic vil og ikki vil, men einans ein spurningur um politiski mynduleikin, sum hevur evsta orðið at siga viðv. hesi fyritøku, kann liva við at geva nøkrum betri sømdir enn ørðum. Tað er heldur ikki ein spurningur um tann góða vilja hjá stjóranum viðv. vilja til broytingar í flogferðsluni, men aftur her er spurningurin, um viljan hjá politiska mynduleikanum at latað fríu kappingana ráða, hetta verið seg á flogferðsluøkinum eins og á ørðum vinnuligum økjum sum t.d. fiskivinnuni á sjógvi og landi.
Tá Áki spyr, - hví ikki Magni Arge kann svara spurningunum um stuðul til vinnuna, so havi eg ikki sagt at hann ikki KANN svarað hesum, men eg vísti á andsøgnina í, at Magni skuldi tosað um, at tað sum ikki kundi standa skuldi fallað, - tí um so var at hann hugdi at felagnum, hann sjálvir stjórnar,- so var tað langt síðan fallið um ikki almennur stuðul beinleiðis og óbeinleiðis saman við "prísvernd" hevði verið uppí í leikinum. Trupulleikin er kanka hetta við at síggja flísuna í eyganum hjá næstanum, men ikki bjálkan í sínum egna eyga??
Hví verða so "heilagur" tá tað snýr seg um almenn partafeløg og alment rikin feløg sum fáa stuðul, og so hinvegin, - málað hin grábeinta uppá veggin tá tað snýr seg um tað "privata" vinnulívið og stuðul?
Stuðulin til rækjuvinnuna hevur verið viðgjørdur nú í skjótt 1 1/2 ár og her tosa vit um 10 mió. kr. yvir eitt 2 ára skeið - meðan stuð-ulin til Atlantic og onnur almenn feløg ikki verður tikin uppá tunguna!!
Er tað so stórur munur á hesum báðum??
Má siga at eg dugi illa at síggja munin.
Tá Áki Andreaen viðger mín persón og áhugan í at fáa vinnulívið í Suðri og Suðuroynna sum heild á føtur aftur, - so vil eg svarað stutt, - tað er ringur fuglur sum drýtur í egið reiður. Eg eri valdur at umboða Suðuroynna á Føroya Løgtingið og tað ætli eg mær at gera so gott sum eg kann, og til einahvørja tíð verja áhugamálini hjá økinum og royna at menna økið.
Sjálvandi skal Suður-oyggin hava somu karmar at virka undir sum restin av Føroyum, alt annað vildi verið burturvið. Við snævurskygni og illteinkjan kemur ein onga leið, - mangan betur er bøtandi hondin enn spillandi tungan, Áki Andreasen.
Tann føroyska loysnin sum Áki er so glaður fyri er als ikki skapt av Tjóðveldisflokkinum eina, men av einum samdum løgting-ið. Slíkt átti Áki Andreasen at vita og ikki lopið á bláman við ósannindum og rangari fyrigyklan.
Eg vil enn einaferð spyrja Áka Andreasen somu spurningar sum eg spurdi hann í einum øðrum aftursvarið til hansara, sum eg ongantí fekk svar uppá frá honum:
?Heldur tú tað verða í lagið, áhaldandi at geva Atlantic Airways sersømdir, sum m.a. tær ið nevndar vóru í greinini?
?Heldur tú tað vera í lagi, at vit aftur fáa monopol á Føroyarutuni?
?Hvat metir tú størstu orsøkina vera til at vit aftur endaðu í hesi støðu?
?Heldur tú tað vera í lagi at stuðul er eitt banniorð hjá nøkrum vinnum, men ikki hjá øðrum.
?Heldur tú tað er í lagi, ikki at hava fría kapping á flúgvingini til og frá Føroyum ?
?Skulu vit framvegis á besta kommunista hátt, áhaldandi latað landið eiga størsta partin av vinnutólum okkara, til dømis Atlantic Airways?

Sum eg eisini havi sagt fyrr, so eigur Atlantic Airways (eins og fleiri onnur almenn feløg) at blíva einskilt í nærmastu framtíð, og fáa fríar teymar og kappast á jøvnum føti við onnur flogfeløg í Evropa eins væl og á Føroyrutuni. Tað vil gagnað og menna felagið og vónandi geva brúkarunum besta prís og sømdir.