Hví skulu vit misnýtast?

Gott at eg las Hinvegin, sí Dimmu valdagin. Jónheðin segði nøkur sannleiksorð. Kanska nakað grovur og tó. Eg eri nú ikki nakar samfelagskritikari, men veitst tú hvat, Jónheðin, tú sigur »Hví vil eg so illa spýggja í morgun«. Tú ert ikki einsamallur um tað, eg vil so ofta spýggja.

Ná, men tú fekk meg tíbetur at hugsa meg um, áðrenn eg fór á val, so at eg hesaferð fann útav, hvar eg skuldi seta krossin, og hvar eg absolut ikki skuldi seta hann.

Hetta valstríðið var nakað nógv fokuserað upp á tey veiku og brekaðu. Eg meini tað. Teir eru ikki førir fyri at skipa so fyri, at vit, sum sita í koyristóli, kunnu koma inn í tingsalin at hoyra hvørjar lógir teir kroysta yvir høvdið á okkum. Vit skulu berast runt sum heimaseyður, og so tosa teir um at verja tey veiku og brekaðu. Tað er ongin, sum veit hvussu niðurgerandi tað er at vera til almenna skoðan uttan vit, sum dagliga eru noydd at vera tað.

Vit, sum eru rørslutarnað, hava ongan góðan átt innan tinggátta, nú hugsi eg um samferðslu og atkomumøguleikar sum heild.

Lassi Klein sigur í grein síni í Dimmu 29. apríl, at tey brekaðu eru ikki ein ser-ligur bólkur, sum skal verða settur í bás, tú og táverandi flokkur tín høvdu ríkar møguleikar at gera nakað munagott fyri okkum, sum eru rørslutarnað, nú hugsi eg um hvussu leingi tú sat við samferðslumálum í bestu tíð. Tú skuldi betur gjørt tað meðan tú hevði møguleikan. Smyril er líka illa atkomuligur og Ternan og Dúgvan er ein skomm at hava keypt. Nei, tit hava so als ikki hugsað um tey rørslutarnaðu. Nú ið nýggjur strandferðslustjóri er komin, er endiliga glið komið á nakað, eina og aleina tí at hann hevur tikið áheitan frá skipabólkinum hjá MBF til sín. Takk skal hann hava fyri tað. Tað er ikki nakar løgtings- ella landsstýrismaður, sum eigur æruna av tí, men vit sum umboða brúkaran, eftir at hava sent áheitanir í áravís.

Strikið øll undantøk í lógini um almenna bygging, tí undantøkini sláa beinini undan meiningini við lógini og gera hana fullkomuliga til láturs. Viðvíkjandi privatum bygningum, sum tað almenna leigar, átti at verið álagt eigarunum, at atkomumøguleikarnir bæði innan og uttan fyri 100%, áðrenn leigusáttmálin varð undirskrivaður.

So tit, sum hava misnýtt okkum, sum bera brek, í valstríðnum, farið nú til arbeiðis allir sum ein og gerið eina ítøkiliga ætlan um, hvussu tit ætla at loysa okkara trupulleikar, og latið hesi føgru orð, sum tit hava brúkt í áravís, blíva til veruleika.


Kambsdalur

valdagin 30. apríl ?98

Leila Solmunde