Hví skal gjaldast til KODA

Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, vildi hava at vita, hví føroyingar gjalda til KODA og Gramex

Kári P. Højgaard, Nýtt Sjálvstýri, vildi hava at vita frá Rigmor Dam, landsstýriskvinnu, hví føroyingar skulu gjalda til KODA og Gramex fyri brúk av tónleiki. Hann vildi eisini vita, hvussu nógv Kringvarp Føroya skal gjalda til hesar báðar stovnar.

 

Rigmor Dam, landsstýriskvinna svaraði, at báðir felagsskapirnir eru góðkendir í Føroyyum og teir taka sær av rættindum hjá tónleikarum, yrkjarum og tónasmiðjum.

 

Kringvarp Føroya betalir á leið 1,7 milljónir krónur um a´rið til felagsskapirnir, har nógv tann størsti parturin fer til KODA. Peningurin kemur aftur til føroysku tónleikafólkini, sum fáa millum tvær og tríggjar milljónir frá felagsskapunum hvørt ár.

 

Kári P. Højgaard helt, at tað er órímiligt, at ein lítil handil skal gjalda eyka, bert til eitt útvarpslurt er frá í handlinum.

 

-Frammaundan gjalda teykringvarpsgjald, segði hann.

 

Rigmor Dam segði, at onki er ókeypis og heldur ikki at brúka tónleik ókeypis.