Hví sigur tú at heilsuverkið hevur nokk av pengum?
... hendan spurning fekk eg frá einum vælmeinandi vini, sum hevði hoyrt hetta sum tíðindi í útvarpinum. Eg tók mær tíð at greiða henni frá øllum, hví og hvussu, og hugsaði at luta hetta við onnur, sum kanska hava áhuga fyri tí.
Tað var á fiskivinnufundinum í Klaksvík mikukvøldið, at eg vísti á, at tað ikki er so, sum onkur førðir fram, at onki av tí ríkidømi, Skaparin seinastu árini hevur givið okkum, kemur í landskassan, men at alt fer í hendur teirra fáu, sum enntá ongan skatt gjalda. Eg vísti á, at vit tvørturímóti hava kravt út móti 500 mió. inn í landskassan sum tilfeingisgjald frá vinnuni hesi árini. Harumframt er arbeiðsloysið minka óhoyrt nógv, vinnuvirki eru bygd runt landið og avleiddar vinnur skapa trivna og lív, har áður var um at verða útdeytt. Og at 300 av hesum 500 mió. eru fluttar á fíggjarlógina til almannaverkið, heilsuverkið og skúla- og gransking, bara fyri at nevna nøkur øki! Eg nevndi víðari, at heilsuverkið hevði fingið sín stóra part av hesum, at játtanin til hetta týdningarmikla økið var hækkað hvørt einasta av teimum árum, vit hava havt ábyrgd av tí, og ikki, sum fjølmiðlar og onnur hava ført fram, vorðið skorið við 22 mió., sum er eitt av tølunum, sum er vorðið brúkt.
Spurningurin hjá fjølmiðlafólkunum kom beinanvegin: hevur heilsu-verkið nokk av pengum? Mótspurningur mín var ”nær hevur man nokk?”, men eg fekk spurning teirra aftur í høvdið. Eg svaraði, at við tí eykajáttan, sum vit góvu undir 3. viðgerð av fíggjarlógini og vitandi, at heislumálaráðið og landsstýrismaðurin í løtuni fyrireika eina umbøn um nýggja, metti eg ja. Og eg ivist onga løtu í, at hendan umbønin um eykajáttan, einar 3-4 mió., fær breiða undirtøku í Løgtinginum.
At formaður javnaðarfloksins leitaði aftur til viðgerðina í fíggjarnevndini, áðrenn vit undir 3. viðg. av hesari játtaðu meira pening til heilsuverkið, hoyrir við til andstøðupolitikk, og má skiljast sum so. Men hetta gav mær møguleika at rætta hann, ein rætting, sum journalistarnir ongan áhuga høvdu í at endurgeva, eins lítið sum at siga søguna frá byrjan. Tað kundi jú havt tikið broddin av ætlan teirra, so teir kanska enntá livdu upp til Public Service skylduna- men hví skuldu teir bráddliga farið at gjørt tað?
Summa summarun, so vísti eg á, at tær 22 mió í niðurskurði, sum vit verða løgd undir at fremja, er ósatt, og at vit tvørturímóti hava hækka játtanina til heilsuøkið munandi- frá 894 mió. í 2012 til 951 mió. í 2015 (tvs. 57 mió. fleiri)! Nú sigur onkur, at hasar 22 mió. stava frá kørmunum fyri 2016, til tað er at siga, at karmauppskotið fyri 2016 verður ikki lagt fyri Løgtingið fyrrenn í marts. Og eg kann longu nú tryggja øllum, bæði føroya fólki sum heild, men eisini journalistum og andstøðu, at hvørki landstýrismaður Miðfloksins ella løgtingsmenn Miðfloksins fara so mikið sum at umhugsa at verða við í slíkum, ella øðrum, niðurskurði innan heilsuverk okkara komandi ár! Vit fara miðvíst, sum vit hava gjørt tað higaril í hesari samgonguni, at verða trygdin fyri, at veiku økini, herundir alt heilsuverkið, verða tryggjaði!