Nýggi amerikanski forsetin, Donald Trump, hevur ikki stóra virðing fyri fjølmiðlum, sum kanska heldur ikki hava stóra virðing fyri honum. Tað gav at býta longu fyrsta dagin, tá ósemja var um, hvussu nógv fólk vóru til forsetainnsetanina framman fyri Capitol-bygningin, sum hýsir Kongressini.
Í filmsbrotinum omanfyri hoyra vit NBC tíðindamannin spyrja Kellyanne Conway, sum er ráðgevi hjá Trump forseta, um hví forsetin sendir talsmannin út at lúgva sum sína allar fyrstu uppgávu fyri Donald Trump, forseta.
Trýst á pílin á myndini fyri at síggja kykmyndina.