Hanus Hansen, reiðari, spurdi hvussu tað ber til, at fiskivinnan skal nýskipast, men at tað stendur í samgonguskjalinum, at alivinnan skal sleppa at arbeiða undir tryggum kørmun.
Hann vildi vita, hví fiskirættindi skulu seljast á uppboðssølu og ikki rættindi at ala.
Hann spurdi, hví tað ber til at hava útlendskan kapital í alivinnuni og ikki í fiskivinnuni.
Bæði Aksel. V. Johannesen og Høgni Hoydal svaraðu, at óttin fyri at missa tamarhaldið á fiskivinnuni og virðisøkingini í Føroyum. Viðvíkjandi útlendskum kapitali í vinnunum, so segði Aksel V. Johannesen, at hann ikki hevur beinleiðis nakað ímóti útlendskum kapitali.
Høgni Hoydal nevndi, at í hesum var hann ikki heilt samdur, men hann lovaði tó ikki nakrar broytingar á økinum.