Dillan at leypa á bláman fyri at sleppa undan at rinda fyri eitt atgongumerki í bio hevur seinastu dagarnar - og við miklari ferð - reikað um alt Føroya land. Kend og tó flestu minni kend fólk eru lopin á bláman og hava síðan eggjað øðrum til at gera tað sama. Hugskotini um, hvussu hetta skal gerast, hava verið mong.
Onkur sat á einari sletu í einari lastbilalast, sum vippaði viðkomandi í havið, og onkur er lopin út úr báti, sum hevur siglt við ferð fram við onkrum pieri. Fólk eru lopin út av bryggjukantum, og fólk eru lopin út av skipum og bátum, sum hava ligið við bryggju.
Flestu, sum hava kent seg freistaði - ella, sum ikki vildu vera minni djørv enn onnur - eru bara lopin út í og hava skundað sær uppaftur. Onkur hevur verið í stuttum buksum og blusu, og onnur hava verið í gerandisklæðum.
Filmur liggur úti av løgtingsmanninum, Reimundi Langgaard, sum gekk út eftir sandinum og gjørdi seg undir, tá hann kom nakað út - og filmur er eisini av Karstini Hansen, landsstýrismanni, sum kavaði út av einum bryggjukanti - fyri bert at nevna onkran kendan úr rúgvuni.
Heldur ikki smáu bygdirnar eru slopnar undan hesi dillu. Soleiðis, sum henda myndin vísir, stóðu ungfólk í hópatali á bryggjuni í Nólsoy, klár at leypa - og onkuntíð lupu tvey í senn.
Guð viti, hvat liggur aftan fyri, at so mong kunnu eggjast til at leypa á bláman yvir eina so stutta tíð. Orsøkin er í øllum førum ikki, at fólk, sum verða "nomineraði", vilja sleppa undan at rinda fyri eitt atgongumerki til bio.
Fólk, sum hava lopið og sum soleiðis eru vorðin partur av hesum, kunnu spyrja seg sjálvi: Hví leyp eg? Og ivaleyst fáa vit ein hóp av ymiskum svarum. Eg leyp, sigur onkur, tí eg helt, at tað kundi ikki taka lívið av mær, um eg fekk eina "spann" av køldum vatni í høvdið.