Hví eru Eysturoyar-Sandoyar tunlarinir so dýrir?

Roknistykkið hjá Bill Justinussen um kostnaðin fyri Suðuroyartunnilin, 3,6 mia., er púra rætt, tá ið samanborið verður við kostnaðin á Eysturoyar-Sandoyartunlunum.

Men, mín spurningur er: Hví kosta ES-tunlarnir 138 mió. kr. pr. km. tá ið VT og NT í miðal kostaðu 60 mió. kr. pr. km.?

Her er okkurt, sum er so spinnandi galið við roknistykkjunum fyri ES-tunlarnar og Suðuroyartunnilin?  

Tað átti at verið ódýrari at bora tunlar nú tøknin er so framkomin og royndirnar so drúgvar, og so átti tað eisini at verið bíligari, pr. km., at bora 26. km. enn at bora 22, ella 6 km.?.

Hvør dugir at svara, hví kostnaðurin er farin so heilt út av lagi?

 

Dánjal Poulsen,

 

samferðsluáhugaður