6-mannafør kvinnur: Fýra tær fyrstu ferðirnar vunnu Gongurólvur og Hvessingur aðru hvørja ferð. Í Fuglafirði vann Hvessingur, men hesa ferð eydnaðist tað ikki Gongurólvi at svara aftur. Hvessingur legði seg beinanvegin á odda, og Hvessingur var fremstur allan teinin. Á málinum var báturin hjá teimum í Hvalvík og Streymnesi eina bátslongd undan Gongurólvi.
Úrslitið í dag ber við sær, at Hvessingur nú er fremstur í FM kappingini, og at Hvessingur harvið í løtuni tykist vera favorittur at vinna meistaraheitið. Men tað er so mikið tætt, at Gongurólvur framvegis hevur møguleika at svara aftur.
1 Hvessingur 04:47.15
2 Gongurólvur 04:50.11
3 Jarnbardur 04:58.04
4 Herningur 05:17.03
Støðan
1 Hvessingur 33
2 Gongurólvur 32
3 Jarnbardur 25
4 Herningur 8
5 Páll Fangi 4










