Tað er vent upp og niður í kappingini millum 6-mannafør við kvinnum. Meðan Sølmundur var tryggur vinnari í fyrstu kappingunum, so er tað nú Hvessingur, sum er besti bátur.
Í góðveðrinum í Sørvági var eingin ivi, tá ið bátarnir komu fram ímóti málinum. Hvessingur var væl meiri enn eina bátslongd frammanfyri Sølmund.
Óvæntað var Gongurólvur leingi við at seta dám á kappingina, men í endaspurtinum var Sølmundur drúgvari í kappingini um næstfremsta plássið. Men Sølmundur megnaði als einki at gera við Hvessing.
Úrslitini fyrr í summar bera við sær, at Sølmundur framvegis er FM favorittur. Um tað skal eydnast Hvessingi at vinna FM, so skal hann vinna, og so skal Sølmundur ikki enda frammanfyri triðja plássið.
Riddarin var bara ein skut aftanfyri Gongurólv, meðan Jarnbardur endaði væl aftari.
1 Hvessingur 05:08.17
2 Sølmundur 05:12.17
3 Gongurólvur 05:13.10
4 Riddarin 05:14.24
5 Jarnbardur 05:36.14
Støðan
1 Sølmundur 40
2 Hvessingur 38
3 Gongurólvur 27
4 Riddarin 27
5 Jarnbardur 15
6 Lómur 9
7 Kollfirðingur 2