Fyrr í ár var eisini kreppa í Kringvarpinum, tá 3-2 var um reppið at blíva niðurlagt. Hetta er ein keðilig gongd. Av tí, at bæði miðlaheimurin má tillaga seg nýggjar tíðir, so hendir tað eisini meir enn so, at tað bara er eitt frásøgu/tíðindafólk út til dystirnar ein sunnudagin.
Um vit hyggja eftir hvør skrivar, so hevur Dimmalætting onkuntíð havt eitt navn undir somu fimm dystunum, meðan Sosialurin hevur verið niðri á tveimum fólkum, sum hava verið út til dyst, meðan Kringvarpið upp aftur bara hevur ein frásøgumann úti, og so heimildarfólk, sum greiða frá gongdini.
Serliga eru tað hesi heimildarfólkini, sum verða brúkt sum tíðindafólk. Mangan er talan um fólk í leiðsluni í feløgunum, ella onkur av íðnastu viðhaldsfólkunum, sum gera miðlunum eina tænastu. Tíverri er góðskan ikki altíð nóg góð, og tí fær føroyski fótbóltsfjepparin ikki eina sanna mynd av einum dysti.
Eg havi eisini hoyrt frá fleiri lokalum heimildarfólki, at tey fáa ákoyringr, tá tey ikki rósa sínum egna liðið. Hetta verður tikið ill upp. Hetta hevur enn tá fingið fólk at aftra seg við at verða heimildarfólk.
Men hvat vilja fólk hava? Vilja tey ikki hava eina meiri objektiva mynd av einum dysti/felagið, enn at eitt lokalt heimildarfólk skúgvar allar trupulleikar til viks, og bara rósar sínum egnu?
Hvussu skal tað verða?
Hvussu skal tað verða, tá hvørkini bløðini, portalarnir, Rás2 ella Kringvarpið hevur fólk til dystirnar? Hvussu skulu vit fáa dygdargóða viðgerð av fótbóltsdystum í føroysku miðlaverðina?
Hóast fleiri heimsíður vísa fótbóltbóltinum ans, so tykist veruliga ítróttarskrivingin ikki heilt fylgja við. Millum annað hendi tað, at einki tíðindafólk var í Kasakstan, tá føroyska landsliðið spældi har. Eg veit ikki um tað er hent fyrr, men tað er ikki nóg gott.
Tað er lætt nokk at sita heima og kopiera heimasíðuna hjá FSF, ella okkurt líknandi. Men tað kann also ikki passa, at meðan meiri og meiri pengar kom í fótbóltin, so minkar áhugin ella evnini at fylgja við.
Tað er ikki rætt, at onki føroyskt tíðindafolk er til ein A-landsdyst, Tað er heldur ikki rætt, at tað eru so nógvir dystir í Effo-deildini, har onki tíðindafólk er til staðar. Har dystarfrágreiðingin er gjørd útfrá dómaraseðlinum og ongin meining er um dystin, taktikkin, venjararnar ella dómaran.
Eitt positivt dømi um hvat kann koma burtur úr, er finalan um Løgmanssteypið. Tá vóru fleiri tíðindafólk til dystin, fleiri meiningar vóru og fleiri niðurstøður – meiri av tí!










