Tað er við sorg í sinni, at eg skrivi hesar reglur.
Nú hevur tað nevniliga eydnast okkara góða fullveldismálaráðharra at fløkja eitt mál um nakrar serbar uppí fullveldismálið. Hetta má sigast at vera sera primitivur politikkur.
Hvat ætlar Høgni at vinna, við at gera slíkt? Er hann kanska so bláoygdur, at hann heldur, at við at taka hesar serbar til gíslar, so fær hann vind í seglini, tá ið ræður um fullveldismálið?
Ja ella nei
Málið í sær sjálvum er sera einkult, um tað bert verður tikið fyri tað, sum tað er. Landsstýrið skal bara siga ja ella nei til spurningin, um vit í Føroyum vilja taka ímóti hesum flóttarfólkum ella ikki.
Tað er ikki ein spurningur um, hvat vit annars halda um ríkisrættarligu støðuna ímillum Føroyar og Danmark.
Væl veit eg, at hetta er danskt sermál, men nú bjóða teir, ið umsita hetta málið fyri okkum, at vit kunnu sjálvi siga okkara hugsan, um vit vilja hava hesi fólkini ella ikki.
Einki stríð havt
Góði Høgni. Ver ikki eins og Pilatus, sum vaskaði sær hendurnar, og segði seg vera ósekan, tí nú brúkar tú viðurskiftini ímillum Føroyar og Danmark, at vaska tær við. Tú hevur einki stríð haft av hesum serbunum. Tað standa fólk inni á Skálafjørðinum, klár at taka ímóti teimum. Tey hava eisini fingið arbeiði til vega fyri tey, so mín seinasta áheitan skal vera til tín: Sig bara ja, og legg fullveldismálið til viks eina løtu. Hesum fært tú sjálvur ágóðan av, vit sum tjóð, og ikki minst tey, sum málið snýr seg um. Einum nei vinnur eingin nakað við.
7. juni 2000
Jóhan Petur Johannesen vit ikki vitja grannan, men vita alt um hvat slag av kynslívi amerikanski forsetin høsnast við.
Vit hava góðar fortreytir
Men hetta skulu vit ikki ræðast. Vit hava altíð livað við hesi avbjóðing. At verða partur av eini lítlari mentan, sum hevur yvirlivað ímóti øllum forsagnum, kann gerast eitt ómetaligt privilegium fyri framtíðina. Vit kenna heimin og heimsins mentanir væl betri enn tær flestu sonevndu "stóru tjóðirnar". Tí vit noyðast at kenna onnur fyri at yvirliva.
Okkara ungdómur dugir longu og fer at duga nógv heimsins mál og kennir aðrar mentanir. Á eini føroyskari uttanríkistænastu ella á einum føroyskum útflutningsvirki fer tað ikki at standa á at hava starvsfólk, sum hvør í sínum lagi kunnu samskifta á japanskum, týskum, sponskum, russiskum, portugisiskum ella arabiskum. Umframt sjálvsagt at duga norðurlendsku málini og enskt væl og virðiliga.
Vit vita, at vit hava ongantíð nóg mikið í okkum sjálvum. At vit mugu burtur fyri at koma heim ? eins og okkara sjómenn altíð hava gjørt, og tikið søgurnar úr Hong Kong, Grønlandi og Ný Foundlandi heimaftur til okkara mentanarliga førning.
Onki land kann í dag útbúgva alt sítt fólk ella byrgja útbúgving og gransking inni á dustutum stovnum. So okkara støða er nú vorðin alra støða. Vit skulu út í heim at útbúgva okkum, men mugu eisini bjóða okkara land og útbúgvingar til onnur.
Tað skal kanska ikki so nógv til, at vit hava nakað at bjóða úti í heimi innan gransking og útbúgving.
Nám eigur at vera eitt gullnám fyri Føroyar.
Høgni Hoydal
Landsstýrismaður í undirvísingar- og mentamálum










