Hvat vil Fólkaflokkurin við eini tjóðskaparsemju?

Vit hoyra dag og dagliga frá nevnda flokki, ella rættari sagt frá floksformanninum, at hansara flokkur stendur við tær politisku semjur, ið gjørdar eru, samstundis sum hann gevur fólki ta fatan, at hinir samgonguflokkarnir eru ikki nóg seriøsir.

Samstundis heitir hann nú á allar flokkar um at gera eina tjóðarsemju vegna sera álvarsligu búskaparligu støðuna, og her er tað fyrst og fremst orsaka tær sera ógvusligu hækkingarnar í almennu útrreiðslunum seinastu 10 árini.
Í sama viðfeingi kann hann ikki bara sær at halda spjaldramerkið hjá Fólkaflokkinum í hevd, hóast hann rættir hondina út til eina tjóðskaparsemju. Og spjaldramerki floksins er at lækka skattin. Ja tað er nærum ein deyðssynd at gjalda skatt yvirhøvur, og stóð tað til gamla stavnamannin fyri nøkrum árum síðani, so mælti hann til at gera Føroyar til eitt skattaparadis álíkt Isle of Man og líknandi oyggjasamfeløgum. Tíverri vísir tað seg nú, at hesar somu oyggjar mega standa til svars yvirfyri altjóða samfelagnum, tí tað hevur víst seg, at ein stórur partur av pengunum, ið hevur verið kanaliseraður til hesi skattaparadís, er mafiapeningur og peningur frá skattaundandrátti.
Vit hava eitt ríkidømi í okkara sjóøki, ið hevur eitt virði uppá fleiri milliardir krónur, men fyri Fólkaflokksins viðkomandi kemur tað als ikki uppá tal, at landskassin, og tað merkir skattgjaldarin, møguliga kundi fingið eitt lítið avgjald av hesum virðum, ið eru fólksins ogn. Tað kemur ikki upp á tal, sjálvt um okkurt felag er ført fyri at lata 250 milliónir krónur í vinningsbýti.
Eg og alt Føroya fólk eiga at vera errin og stolt av hesum monnum, sum við einum ótrúligum ágrýtni og dugnaskapi og ikki minst áræði í ringum tíðum, serliga kreppuárunum, ikki góvust á hondum. Tvørturímóti hava teir við hepnari hond ognað sær eitt av heimsins mest framkomnu veiðutólum, ið kann góðska fiskin umborð og harvið fleirfalda veiðuvirðið, samstundis sum veiðan harvið gerst meira burðardygg.
Ivist tó onga løtu í, at høvdu broytingar verið gjørdar soleiðis, at lógin un vinnuligan fiskiskap kravdi eitt lítið avgjald til landskassan tey árini, tá úrtøkan var góð, so høvdu hesir menn ikki havt stórvegis ímóti tí.
Orsøkin til, at okkara fiskifloti ídag stendur í eini botnleysari skuld, er fyrst og fremst umsetiligheitin og kapitaliseringin, har skuldin verður kanska trý ella fýrafaldað, so hvørt sum skip og fiskiloyvir hava skift eigara. Hetta er so takkað verið tí fiskivinnupolitikki, ið Fólkaflokkurin hevur staðið faddur at. Tað ger ikki støðuna betri, tá miðalaldurin á okkara fiskiflota kanska liggur um 25-30 ár.
Tá íð Fólkaflokkurin nú leggur upp til eina tjóðarsemju, er tað sera umráðandi, at allir flokkar á Løgtingi taka hann uppá orðið, soleiðis at okkara fiskivinnupolitikkur verður viðgjørdur og broyttur í hesi tjóðarsemju, sum Fólkaflokkurin sjálvur eftirlýsir.
Í dag er tað so, at um ein vil ogna sær eitt skip, so er tað ikki sjálvt veiðutólið, ið er trupuleikin, tá fígging skal fáast til vega, tí virði á veiðitólinum er bert ein lítil partur, meðan sjálvt fiskiloyvið hevur nógv størri virði. Tað er púra burturvið. Sostatt er tað ikki virðið á skipinum ið er orsøkin til, at stórur partur av fiskiflotanum er um at fara á húsagang.
Hinvegin er tað sum áður sagt tann førdi fiskivinnupolitikkurin hjá Fólkaflokkinum seinastu nógvu árini, sum saman við fíggingarstovnunum hevur tikið grundarlagið undan okkara fiskiskipaflota. Spekulasjón við fiskirættindum hevur givið seljarunum inntøkur uppá hundraðtals milliónir í summum førum, meðan teir sum í dag eiga veiðutólini eru við sviðu soð, og fleiri av teimun eru farnir á húsagang. Tí í staðin fyri skynsaman fiskivinnupolitik hevur Fólkaflokkurin ført ein ábyrgdarleysan profittpolitik. Úrslitið er, at fíggjarstovnarnir í dag eiga ríkidømið í okkara sjóøki.