Hvat vil Absalon við SEV?

    

Jón Gaasedal
????????

28. apr. 2004 hevði Absalon í Buð eitt lesarabræv í Dimmalætting undir yvirskriftini: Hvat vilja vit við SEV?
Settist spentur at lesa, hvat Absalon vildi við SEV, tí sjálvur havi eg ikki dugað at funnið nakað skilagott at nýta SEV til. Men hetta hevði Absalon einki boð uppá sjálvur.
Gamaní, so tørvar mær el-megi til so mangt, sum so mangur annar, men um veitarin eitur SEV ella okkurt heilt annað, tað er mær so flúgvandi líkamikið. Bara streymurin er bíligur, álítandi og sunnur fyri Føroya Land og Fólk, so eri eg nøgdur. Einki av hesum uppfyllir SEV - og tað so langt frá!
Absalon skrivar, at 49.000 føroyingar eiga 85 krónur í part í SEV, og kunnu øll hesi fólkini tann dagin í dag kanna sær 5.100 krónur í eginognini hjá SEV, og at øll eiga SEV, og ein króna í yvirskoti har kemur hvørjum tí einasta føroyingi til góðar.
Tað er fullkomiligur ørskapur at skriva slíkt! Sum at hoyra orð frá vitleysum manni! Hvar kann eg heva hesar 5.100 krónurnar??? Eg veit um ein - sum Absalon kennir øgiliga væl - sum kundi heva 40 milliónir við kassa 1 hjá SEV! Kann palliba eisini tað?
Nei! SEV hevur skuldarbundið hvønn tann einasta føroying næstu 50-100 árini við sínum vitleysu íløgum, ið einans geva nakað í lumman hjá ávísum persónum við tilknýti til SEV. Við einum KWh prísi á uml. 1,35 krónur, so hórar SEV so dánt undan. Og her skal leggjast afturat, at tá hevur landið longu goldið helvtina av oljurokningini hjá SEV. Í Danmark er streymurin bíligari - hóast risa avgjøld eru løgd omaná el-rokningina til brúkaran. Hugsað um hetta eina løtu.
Eg játti her alment, og bindi meg til, at Absalon í Buð skal eiga mínar 5.100 krónur, ið eg eigi hjá SEV, treytað av, at hann eisini yvirtekur mína skuld haðani.
Loyvi mær at endurgeva orðarætt: "Øll eiga SEV. Ein króna í yvirskoti har kemur hvørj?um tí einasta føroyingi til?góðar.
Hóast hetta er tað onkur, ið vil koma hesum 100% fólkaognar felagsskapi til lívs. Vita skulu tit profitt?-greðingar ? fyri hvørja krónu, tit stinga í lumman og drena SEV, tess tyngri gera tit møguleikan fyri, at vit klára at halda lívið í Hattarvík, Dímun og Mykinesi."
Ha ha. Her sæst hvussu kroyst monopol-fyritøkan SEV er. Eg má flenna. Kann ein slíkur maður sita sum umboðsnevndarlimur í SEV? Ei undur í, at SEV er komið út á ytstu rók, um hetta er tann generelli førleikin hjá hesum fólkum, ið mynda leiðslu og stýri í SEV. Eg vænti ikki, at leiðslan á SEV er glað fyri títt lesarabræv, og hvaðna minni mína viðmerking. Profitt-greðingarnir, hvørjir eru teir? Man talan vera um p/f Røkt, ella er talan um øll tey, sum kundu hugsa sær at liva her um 5 ár, og sum ikki blint elska og tilbiða SEV? Hvat ólukkan er SEV? Ein gudur?
Nei, SEV varð stovnað við einum góðum endamáli í hyggju, og varð til fyri Føroya fólk - og ikki øvugt! Í dag eru Føroya Fólk til fyri SEV, og SEV er til fyri nakrar spekulantar. Tað er har tú skalt søknast eftir tínum profitt-greðingum - ikki aðrastani.
Hattarvík, Dímun og Mykines skalt tú ikki vera bangin um. Tær hava onga neyð. Vit, ið eru uppgraderaði seinastu 20 árini, vit síggja loysnir á slíkum. Tykkara loysn er at flyta oljutunnur við tyrlu til Dímunar. Hetta man vera uml. 500 krónur fyri liturin. Álvaratos, hetta kann gerast betri og bíligari, tað kann eg lova tær.
Absalon, sannleikin er sjálvandi tann - sum tú eisini vísir á, at um ein vindorkuútbygging, ið ikki er stýrd av SEV, fer fram her á landi, so verður tað eitt øgiligt framstig fyri Føroya Land - skipaflotin íroknaður. Men ikki fyri SEV - tað fer so dundrandi á heysin, og skattgjaldarin stendur eftir við rokningini (tað ger hann óansæð)! Hvussu skal SEV kappast við vindorkuframleiddan streym fyri 1 til 12 oyru pr. KWh?
SEV er bara ein el-veitari. Eg seti Føroya Land framum SEV - sjálvsagt, og ein fyritøka, ið ikki ber seg, eigur ikki at verða hildin á lívi. Mínir kæru landsmenn eru týdningarmiklari enn ein lúsa el-framleiðari. Pensionistarnir skulu ikki sita kaldir, tá oljukreppan kemur. Skipaflotin skal ikki leggjast, tá oljukreppan kemur. Hon kemur!
Tað syrgiliga er, at sjálvt um hetta landið frameftir fær atgongd til bíligan streym, so mugu vit øll framhaldandi gjalda ørskapin hjá SEV aftur í fleiri ættarlið - yvir skattin. Og tí má øll útbygging hjá SEV steðgast - og tað í stundini! Beint NÚ!
Eg vóni, at tú og onnur hava fingið nakað at hugsa um, og við vón um eina bjarta, lýsandi og fjálga framtíð fyri okkum øll.
Ljós yvir landið!