Og mítt hægsta ynski er, at hon skal hava eitt gott og virðiligt lívskvøld. Tað sama ynski er fyri øll okkara eldru í kommununi, sum hava liva eitt langt lív við hørðum arbeiði í mangan vánaligum umnstøðum. Tey lærdu at spara og ikki brúka meiri enn tey tjentu og svara hvørjum sítt, at brúka tað, tey høvdu og endurbrúka. Sostatt hava tey lagt lunnar undir eitt so ríkt vælferðarsamfelag, sum vit hava í dag. Skylda vit ikki teimum at gera teimum lívskvøldið so gott sum yvirhøvur gjørligt?
Enn er eldraøkið ikki vorðið kommunalt. Hvat kunnu vit so gera?
Kommunan hevur útbygt tænastuna við røktar- og ellisheimum og sambýlum, dagtilhaldi og heimavitjunartænastu, men tað er ikki nær til nokk. Havi hoyrt um dømi, har eldri, ja, rættiliga gomul fólk hava fingið noktað heimahjálp, hóast konan er skurðviðgjørd og sostatt onki kann gera og maðurin er yvir 90 og er heldur ikki førur fyri at gera nakað. Og onnur líknandi dømir!! At leggja alt yvir á møgulig avvarðandi er burturvið í dag, øll eru jú úti á arbeiðsmarknaðinum fyri at fáa endarnar at røkka saman. Sjálvandi hjálpa tey tað, tey kunna, men her eigur eisini kommunan at koma meiri inn at nøkta tørvin hjá hesum borgarum sínum. Hesi hava hóast alt goldið skatt alt sítt lív!!!!!!
Eg vil arbeiða fyri, at:
Heimarøktin verður víðka, so ØLL, sum hava brúk fyri henni, kunnu fáa hana, eisini um tað er fyri eina tíð (um sjúka, skurðviðgerð e.l. kemur inn).
Røktarheimið, sum ætlandi skuldi koma yviri við Strond, verður sett í gongd og onnur røktarheim og sambýlir verða sett á breddan. T.d. tá studentaskúlin er fluttur út í Marknagil, fáa økið uppi í Hoydølum gjørt til ’eldraøkið’, har tað kundi verið bygt røktardeild og eldraíbúðir ella vardar íbúðir
At eldraíbúðir í øllum førum verður veruleiki í nærmastu framtíð
Brúkaratænastur:
Fingið MBF bussin inn í myndina, til, t.d. at koyra á innkeyp við brúkarum, sum ikki sjálvi klára at ganga langt
Teldutilboð, bæði úti í bólkum og heima við hús
Skipaða vitjunartænastu
At gera arbeiðsmarknaðin rúmligari, bæði hvat viðvíkur fyritíðarpesionistum og vanligum pensionistum,
so tey kunna vinna sær eitt sindur eyka uttan at mótrokna pensiónina
so tey kunna verða longur á arbeiðsmarknaðinum, møguligari við niðursettari tíð
Í øllum hesum er ógvuliga týðandi, at vit hava eldraráðið við, so vit best kunna nøkta tann veruliga tørvin. Tað, sum vit ofta hava uppliva, er, at samskifti millum kommunu og borgaran hevur verið ov vánaligt. Mong hava uppliva at skriva inn spurningar og umsóknir og ikki fingið svar, men at avgerðir so eru tiknar yvir høvdinum á teimum, sum ikki altíð nøktar teir veruligi tørvirnir. Nei, vit mugu fáa samskifti uppá pláss og lurta eftir, hvat viðkomandi bólkur veruliga ynskir og tørvar og leypandi samskifta báðar vegir!
Set X við lista H