M. Forrestal
Amnesty International er ein høgt virdur felagsskapur, ið er kendur fyri at finnast at píning og at verja mannarættindi runt um í heiminum. Felagsskapurin er eisini nógv frammi í føroyskum fjølmiðlum. Seinastu dømini standa fesk í minninum: deyðadómarnir yvir børn og minniment í USA; kjakið um §266b í føroysku revsilógini; støðan hjá fangunum í Guantanamo fongslini; Altjóða kvinnudagur; og ársins kjakheiðursløn.
Síðani Amnesty International varð stovnað, hevur grundarlagið og íblásturin til arbeiði verið ST mannarættinda sáttmálin , ið kom í gildi eftir annan heimsbardaga (1948). Serliga grein 3 og 5 í hesum sáttmála:
”Ein og hvør hevur rætt til lív, frælsi og persónliga trygd”
(grein 3)
”Eingin skal verða píndur ella grimmliga, ómenniskjaliga
ella vanæruliga viðfarin ella revsaður”
(grein 5)
Eg haldi tó, at tað munnu vera fá, ið hava givið sær far um, at Amnesty International av álvara er farið at hugsa um at ganga burtur frá síni uttanveltaðu støðu viðvíkjandi fosturtøku, og ístaðin at tala fyri fosturtøku sum ein mannarætt. Hóast fosturtøka ikki í nøkrum altjóða mannarættinda sáttmála er nevnd sum ein mannarættur.
Í gott og væl eitt ár hava AI deildir runt um í heiminum og eisini Føroya deild kjakast um hetta. Amnesty International rópar hetta eitt óheft kjak, hóast upplýsingarnir, ið eru grundarlag undir kjakinum, eru frá felagskapum, ið viðmæla fosturtøku og/ella fremja fosturtøku (Circular 14, 5 February 2005 ; Sexual and Reproductive Rights, Consultation Papers 1 & 2, 18 January, 2006). Nógv av hesum upplýsingartilfari er umstrítt. Upplýsing frá pro-life felagsskapum hava ikki verið løgd fram, ikki eingang kunning um tey ymisku fosturtøku sløgini og fosturtøku framferðarhættirnar ( HYPERLINK "http://www.abortionfacts.com/"www.abortionfacts.com ; HYPERLINK "http://www.lifesite.net/abortiontypes"www.lifesite.net/abortiontypes ; HYPERLINK "http://www.rfm.dk/"www.rfm.dk ).
Teir nýggjastu og mest dagførdu upplýsingar frá gransking í New Zealandi (The Christchurch Health and Development Study - Journal of Child Psychology and Psychiatry and Allied Disciplines, Vol. 47, No. 1, January 2006, pages 16-24), ið staðfesta at samband er millum fosturtøku og depressión, eru ikki lagdir fram. Heldur ikki eru røddirnar á teimum, sum liva við avleiðingunum av fosturtøku, hoyrdar. ( HYPERLINK "http://www.afterabortion.org/"www.afterabortion.org ; HYPERLINK "http://www.silentnomore.org/"www.silentnomore.org ; HYPERLINK "http://www.rachelsvineyard.org/"www.rachelsvineyard.org ; HYPERLINK "http://www.tilflugten.dk/"www.tilflugten.dk). Tað er sanniliga ikki lætt at skilja hví ein felagsskapur, sum talar ímóti píning, harðskapi og mannminkandi viðferð av menniskjum, ger so lítið fyri at fáa konkret fakta um fosturtøku fram í ljósið.
Nógvir altjóða politikarar, pro-life og mannarættinda aktivistar og trúðarleiðarar í teimum stóru religiónunum eins og vanligir limir í Amnesty International hava í skrift og talu sagt frá sínum ampa av, at AI møguliga fer at viðmæla fosturtøku, um tað so bert verður í avmarkaðan mun, Tey kenna seg illa við av tí tilfari, ið er grundarlag undir kjakinum, og eisini hvussu sjálvt kjakið verður stýrt. Bara tað, at so lítið verður nevnt um hetta evnið á Amnesty International heimasíðum runt um í heiminum, gevur orsøk til stúran.
Tað kenst løgið, at ein felagsskapur, ið sigur seg vera óheftan og stríðast fyri trúðar-, meinings-, og talufrælsi og krevur at onnur skulu standa til svars fyri sínum gerðum, vísir so lítlan vilja at leggja grundgevingar og upplýsingar frá teimum, ið eru ímóti fosturtøku, fram í sínum kunningartilfari ella at lata kjakið vera alment tilgongiligt.
Frá tí kunning, ið er almen, sæst, at summar deildir ætla at atkvøða fyri at halda fast í núverandi uttanveltaðu støðu; aðrar ætla at atkvøða fyri fríðari fosturtøku, meðan uppaftur aðrar deildir ætla at atkvøða fyri at taka undir við fosturtøku í serstøkum førum á Altjóða Fundinum í Mexico í august 2007. Tær deildir, ið taka undir við fosturtøku, grunda sína støðutakan á ta áskoðan, at bert kvinnan kann gera av, hvat er rætt fyri hana í tí truplu støðu, hon er komin í.
Um tað er so; er tað hinvegin ikki sjálvsagt, at onnur skulu kenna seg noydd at stuðla kvinnum í at velja fosturtøku, um tey halda tað vera moralskt skeivt. Henda støðutakan sær eisini púra burtur frá, at modernaður vitinskapur hevur víst okkum, at tað nýggja lívið byrjar og hevur sín egna identitet heilt frá tí, tað verður gitið ( HYPERLINK "http://www.justthefacts.org/clar.asp"http://www.justthefacts.org/clar.asp ). Harafturat, um ein fylgir logikinum í hesum argumentinum, skuldi tað verið møguligt hjá stjórnum runt um í heiminum at sagt, at deyðadómur og pining eru loyvt í serstøkum førum, og at hvør einstøk stjórn eigur at hava frælsi at avgera hvat er best fyri hana… Um vit halda, at hetta sjónarmiðið er forkastiligt, er tað ringt at skilja, hví vit skulu góðtaka tað, tá tað snýr seg um fosturtøku.
Tað hevði hjálpt nógv, um ein visti, hvørja støðu Føroya deild hevur í hesum týdningarmikla máli; hví Føroya deild ikki letur almenningin vita hvørja áskoðan hon hevur; og hvør tekur avgerðina? Serliga tá í støðutakanin hjá øðrum deildum kring heimin er kend, t.d. í Stóra Bretlandi, Írlandi, USA, Canada, New Zelandi og Suður Afrika, bert fyri at nevna nøkur fá. Tað er ikki annað enn rímiligt, at ikki bert limir í Amnesty International, men eisini stuðlar og almeningurin sum heild, ið hava stóran áhuga í hesum máli, sleppa framat við sínum sjónarmiðum
Hendir tað, at Amnesty International fer burtur frá síni uttanveltaðu støðu til fosturtøku, loyvi eg mær at ivast í, um AI kann rættvísgera sína støðu til deyðadóm. Hvussu vil man verja rættin hjá dømdum brotsfólki til ikki at verða avrættaði, meðan man samstundis talar fyri at týna ósek børn í móðurlívi? Hvussu vil man arbeiða fyri “rætti til lív” og “persónligari trygd” fyri øll, um man ikki vil verja rættin til lív hjá øllum? Hvørji virði hava aðrir mannarættindi, um tann mest grundleggjandi rætturin ikki verður vardur? Hvussu kann AI tala at, tá ið kvinnur líða undir harðskapi, samstundis sum man loyvir eini skipan har kvinnur og ófødd børn verða fyri ágangi; har gentur verða selektivt týndar í móðurlívi? Ella at onnur verða selektivt týnd vegna handicap, seksuella orientering, rasu, politiska, religiøsa ella sociala sannføring...
Um Amnesty International vil arbeiða við eini breiðari viftu av mannarættindum, so er betri at felagsskapurin ger alt tað hann kann fyri, at tær lógir, ið verja kvinnur og børn ímóti harðskapi og kúgan av einhvørjum slagi, verða væl og virðiliga handhevjaðar; at rætturin til kunningarfrælsi verður stuðlaður og virdur, serliga viðvíkjandi teimum fundamentalu rættindunum hjá kvinnum at fáa nágreiniliga og rætta kunning - herundir at fosturtøka verður av kvinnum upplivað sum ágangur; at øll nýborin og møður teirra altíð fáa etiskt rætta røkt, og at grundleggjandi mannarættindi so sum reint vatn, dygdargóður matur, bústaður, heilsuhjálp, útbúgving og góðar arbeiðsumstøður verða tryggjaðar. Um hetta verður gjørt, kemur felagskapurin ikki í stríð við víðsjónina, sum er, at allir persónar á øllum stigum í tilveruni og allastaðni í heiminum verða stuðlaði og vard. Tað vildi eisini gjørt felagsskapin føran fyri at halda á við at samstarva við góðvilja fólk allastaðni.
Tað er mín vón at tey, ið lesa hetta fara at hugsa um tað eg havi sagt, og at tey geva sína meining til kennar hjá Amnesty International:
Amnesty International Føroya Deild ( HYPERLINK "http://www.amnesty.fo/"www.amnesty.fo )
Hoydalsvegur 6, 100 Tórshavn
tel./fax: 31 58 16 - teldupostur: HYPERLINK "mailto:amnesty@amnesty.fo"amnesty@amnesty.fo
Amnesty International ( HYPERLINK "http://www.amnesty.org/"www.amnesty.org )
International Secretariat
1 Easton Street, London WC1X 0DW, UK
tel: + 44 20 74135500 - fax: + 44 20 79561157
teldupost: HYPERLINK "http://web.amnesty.org/contacts/index/eng-000"http://web.amnesty.org/contacts/index/eng-000
Skriva fyri Lívi – aðrenn august, 2007!
Dear Amnesty International,
I am writing to express my concern about the current discussion on abortion in your organization and the fact that you are considering abandoning your position of neutrality.
The organization is renowned all over the world for its impartial defence of the rights of the weak and voicelesss. It seems strange to think that the unborn are now in serious danger of becoming the exception.
I am alarmed to hear that the official working papers presented for discussion did not include objective information with regard to foetal development, the various types of abortion (including “emergency contraception and RU-486 abortions), or the effects of abortion on the unborn, women, the victims of rape and society in general.
I am also alarmed to learn that the voices of women and men who are suffering as a result of abortion have not been represented in the discussion, nor the latest research regarding links between depression, suicide and abortion.
I appeal to Amnesty International not to abandon its position of neutrality with regard to abortion. I strongly urge the organization to see that the rights of all persons at all stages of life and in all places are recognized, upheld and protected, including the right to life - the fundamental basis of all other rights.
Yours sincerely,
__________________ .