Amerikanska forsetavalið
Rúnar Reistrup
Amerikanska forsetavalstríðið hevur snúð seg lítið um konkret politisk mál, men nógv um persónar. Tí hevur tað verið torført at síggja munin millum tann politikk sum Al Gore ætlar at føra og ta kós, sum George W. Bush hevur stungið út í kortið.
Hvørki av valevnunum er serliga víðgongt í sínum politikki, men hóast George W. Bush á nógvum økjum standur nær miðjuni í politiska spektrinum og kanska er minni víðgongdur enn nakað republikanskt forsetavalevni undan honum, so er tað kortini hann, ið stendur fyri teimum hugsjónunum, sum londunum her í Vestureuropa ikki hóvar so væl.
Vinnur Al Gore valið fer hann at halda fram við nøkulunda sama politkki sum Bill Clinton hevur rikið farnu átta árini.
Vinnur George W. Bush hinvegin, so er greitt at tað fara nakrar høgrasnaringar fram innanríkistpolitiskt, og uttanríkispolitiskt fer USA at spæla ein nakað øðrvísi leiklut enn heimsins valdríkasta tjóð higartil hevur gjørt.
Út úr Kosovo
Tað sum europearar kanska fara at merkja mest til í fyrsta umfari, um amerikanski forsetin komandi fýra árini fer at eita George W. Bush, er ætlanin hjá republikanaranum at vera meira sparin við at senda herin út til heimsins brennideplar.
Sambært Bush skal herurin bert setast inn har, sum USA hevur beinleiðis startegisk ella fíggjarlig áhugamál í klemmu.
Tað hevur ófriðurin á Balkan ikki í hugaheiminum hjá George W. Bush og tí hevur hann lovað, at eitt tað fyrsta hann fer at gera er at taka allar amerikanskar hermenn á Balkan heim.
Al Gore hevur hinvegin sagt seg vilja halda fram at senda herin koma inn í ófriðarrakt øki, av humaniterum orsøkum, og ætlar ikki at taka amerikansku hermenninar av Balkan í verandi løtu.
George W. Bush ætlar eisini at herða amerikansku kósina mótvegis Russlandi og Irak. Diplomatiska kósin mótvegis Russlandi skal herðast og landið skal sambært Bush ikki longur fáa lán úr Altjóða Gjaldoyrisgrunninum. Hetta skal vera ein revsing fyri kríggið í Tjetjenia.
Bush er eisini fortalari fyri at økja um stuðulin til andstøðuna í Irak, meðan handilsbannið skal herðast.
Bush og Gore eru báðir samdir um at halda fram við tí 40 ára langa handilsbanninum ímóti Kuba, men eru annars sera ósamdir í uttanríkispolitiskum málum.
Fyri og ímóti fosturtøku
Í teimum meira eldfimu málunum sum forsturtøku, vápnalóg og rættindini hjá samkyndum og øðrum minnilutum er eisini langt ímillum áskoðanirnar hjá Gore og Bush.
Republikanska forsetavalevnið er ímóti fosturtøku í øðrum førum enn eftir neyðtøku, blóðskemd ella fyri at bjarga lívinum á møðurum. Al Gore stuðlar fríari fosturtøku.
Al Gore vil sleppa av við forboðið ímóti at samkynd kunnu koma inn í amerikanska herin. Bush stuðlar forboðnum.
Báðir eru ímóti hjúnarløgum millum samkynd.
Al Gore er fortalari fyri at seta skipanir í verk, ið skulu geva etniskum minnilutum sersømdir millum annað í útbúgvingarverkinum. Hesum er Bush ímóti.
Bill Clinton hevur í síni tíð sum forseti sett nakrar lógir í verk fyri at tálma útbreiðsluni av hondvápnum millum vanligar borgarar.
Al Gore ynskir at fleiri avmarkingar í rættinum at hava hondvápn, meðan Bush ætlar at virka fyri at lógirnar, sum vórðu viðtiknar undir Clinton verða settar úr gildi.










