TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðu við fyrrverandi føroyska landsliðsspælaran, og hálva íslendingin, Símun Samuelsen, sum eisini spældi við Keflavík í bestu íslendsku fótbóltsdeildini, árini 2005 til 2009.
Símun Samuelsen hevur íslendska mammu, og er sera spentur uppá hvussu EM-endaspælið fer at roynast hjá Íslandi. Tó kallar Símun Samuelsen ikki tað stóru fjøldini inn, tá hann skal hyggja eftir søguliga dystinum hjá Íslandi, tí fyrsta endaspælsdystinum hjá íslendska A-landsliðnum nakrantíð, sum byrjar klokkan 20 í kvøld, og verður ímóti Portugal við Cristiano Ronaldo á odda. Símun Samuelsen ætlar at njóta løtuna einsamallur frammanfyri sjónvarpsskíggjanum.
Símun Samuelsen hevur bjartar vónir til dystin ímóti Portugal í kvøld, og hann hevur eisini góðar vónir um, at Ísland kann knógva Ungarn komandi leygardag, tó undirstrikar hann, at triðja liðið í EM bólki F, Eysturríki er sterkari enn fólk geva sær far um.
Hoyr eisini hvat Símun Samuelsen tippar í dystinum Ísland-Portugal.










