Hvat tippar fótbóltspanelið?

Hvat siga Teitur Joensen, Ólavur Larsen og André Olsen um dystirnar, sum verða sunnudagin?

Fótbóltspanelið á Rás2 var í dag mannað við Ólavi Larsen, Teiti Joensen og André Olsen.

 

Teir tríggir, ið mannaðu panelið tippaðu hvat dystirnir komandi sunnudag í effo-deildini fara at enda. Dystirnir eru ÍF-B68, HB-KÍ, NSÍ-AB og EB/Streymur-Skála. Allir dystirnir byrja klokkan 15.

 

Panelið umrøddi eisini nýggja leistin hjá UEFA við venjingardystum, sum skal galda frá 2018.

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum André Olsen, Ólavur Larsen og Teitur Joensen søgdu og tippaðu í sendingini á Rás2 í dag.