Hvat so, um tað eru sjey Robin Hoodar

Í ansingarstovninum Mylnuhúsið í Klaksvík arbeiða tey í sokallaðum sporum. Hetta merkir, at tey eygleiða børnini fyri at vita, hvat hugtekur tey mest, og gjøgnum prát við børnini verður gerandisdagurin á stovninum myndaður. Fríggjadagin og leygardagin varð ráðlegging hildin, har ljóskastarin var settur á nevniliga henda arbeiðsháttin

Klaksvík:
Í sambandi við árliga ráðleggingardagin hjá Mylnuhúsinum hevði leiðarin Hanna Thøgersen boðið einari dansktalandi, italienskari kvinnu til Føroya at halda skeið fyri starvsfólkunum. Kvinnan, sum eitur Daniela Cecchin, er útbúgvin pedagog í Italia og seinni sálarfrøðingur í Danmark. Hon hevur skrivað eina bók, sum eitur Den integrerende baggrund. Henda bókin er eitt amboð til teir stovnar, sum í dag arbeiða við teimum sokallaðu sporunum, ið tey fáa við at eygleiða barnið og tess áhugamál.
Nógv kom burturúr hesar báðar dagarnar, og Daniela heldur, at starvsfólkið í Mylnuhúsinum er á rættari leið í teirra arbeiðshátti.
? Teimum manglar bara viðhvørt at fáa børnini við, sigur hon.

Barnanna veruleiki
Sum eitt dømi kann nevnast ein verkætlan sum tey elstu barnagarðsbørnini arbeiða við fyri tíðina. Tey hava gjørt av at fara at spæla sjónleikin um Robin Hood.
Undir skeiðinum kom tó fram, at starvsfólkini, sum eru um hesi børnini, ivaðust í, um tey høvdu megnað at fáa børnini við. Tí tá tey byrjaði at venja leikin, vísti tað seg, at áhugin hjá børnunum fyri hesari verkætlanini dalaði sera skjótt.
Eini sjey børn vildu vera Robin Hood. Øll vaksin vita, at tað er bara ein Robin Hood, og tað mátti so sigast fyri børnunum.
Men har er tað, at Daniela traðkar inn og spyr: Hvat so um tað eru sjey Robin Hoodar.
? Í hugaheiminum hjá børnunum kann tað gera tað sama, hvussu nógvir Robin Hood vóru. Um tað er tað, sum tey hava hug til, jamen, so er at royna tað. Tað ræður um at finna tað, sum hevur týdning fyri børnini, og hugtekur tey fyri at halda teimum til. Og um tað so merkir, at í teirra veruleika eru tað sjey Robin Hoodar, so bilar tað onki, heldur hon.
Hetta dømið oman fyri kann vísa rættiliga týðuliga, hvussu upptikin vaksin fólk eru av, at fakta og onnur viðurskifti altíð eru røtt, men hugaheimurin hjá børnunum loyvir nógv meira. Hetta kann sjálvandi gera sítt til, at tað er trupult hjá børnum og vaksnum at tosa saman, men eftir skeiðið hjá Danielu, søgdu fleiri starvsfólk, at hon hevði megnað at víst teimum, at tey eru á rættari leið í teirra arbeiði. Samstundis megnaði hon eisini at geva teimum nøkur amboð at arbeiða víðari við.

Barnaperspektiv
Den integrerende baggrund snýr seg fyrst og fremst um, at starvsfólk, sum dagliga eru um børnini, læra at skapa samband millum tey sjálvi og barnið. Og at tilrættisleggja dagin á stovninum saman við børnunum.
Hetta er, sambært Danielu Cecchin, ongin trupulleiki, um ein hevur fingið tey røttu amboðini til tess at kunna virka á ein tílíkan hátt.
Daniela greiðir frá, at við at eygleiða barnið, fær starvsfólkið eina fatan av, hvat veruliga hugtekur barnið, hvat tað tímir, evnar og rúmar. Sokallað spor. Útfrá sporunum frá teim ymsu børnunum, kunnu tey so lættliga fáa barnið við í tilrættisleggingina av degnum, um barnið bert merkir, at tað verður tikið við í arbeiðið.
? Tað ræður um at læra seg at síggja tað út frá einum barnaperspektivi, leggur Daniela dent á. Men sjálvandi skal barnið heldur ikki avgera alt, heldur hon fram. Tað ræður um at finna javnvágina ímillum, so at tað ikki er bara tann vaksni, sum ger av, men so sanniliga heldur ikki bara barnið.
? Javnvágina finnur eitt starvsfólk í gjøgnum ein dialog við barnið. Bæði siga, hvat tey kundu hugsað sær, og at enda verður so funnið fram til eina felagsloysn, greiðir Daniela frá.
Daniela Cecchin fer enntá so langt sum at siga, at sætt við politiskum eygum er hetta tann rætti vegurin til at menna og læra eitt barn til at liva í einum demokratiskum samfelag, har samstarv og dialogur eru nøkur av lyklaorðunum.

Broytingar
Daniela ivast ikki í, at broytingar fara at koma í gerandisdagin í Mylnuhúsinum eftir hetta skeiðið.
? Útfrá tí, sum vit hava tosað um, og sum starvsfólkið hevur reagerað uppá, so vænti eg, at onkrar broytingar fara at koma beinanvegin, meðan aðrar kanska koma so líðandi, sigur hon.
Spurd, um hetta at barnið verður upplært við, at tað allatíðina skal takast við upp á ráð, ikki fer at merkja, at tað verður forkelað og vil hoyrast, svarar Daniela avgjørd absolutt ikki.
? Børn duga væl at skyna ímillum ymiskar støður. Tey vita, at okkurt, sum ein ger heima, ger ein ikki í barnagarðinum og øvugt. Tað sama læra tey, hvussu ein ber seg at til veitslur ella hvat tað nú skal vera. Tað ber eisini væl til at læra eitt barn, at tað eru nøkur ting, sum mamma og babba bestemma uttan kjak, sigur hon.
Men sjálvandi kann tað altíð vera, at onkur børn fara at stilla krøv um at verða hoyrd heima við hús, tí tey eru von við tað frá gerandisdegnum í barnagarðinum, leggur Daniela brosandi afturat.

Fantastiskt skeið
Starvsfólkini í Mylnuhúsinum, bæði pedagogar og hjálparar, lata sera væl at skeiðinum.
? Tað ber illa til at seta orð á alt tað, sum vit hava fingið burturúr. Men jú, tað er rættiliga nógv. Hetta hevur verið so spennandi og læruríkt, siga tey.
Tey rósa Danielu Cecchin upp um øll skýggj, og tað týdningarmesta, sambært teimum er, at tey hava lært, at tað er týdningarmikið at síggja veruleikan hjá børnunum.
? Eitt er hatta dømið um Robin Hood. Men eitt annað er so, at eitt barn vil mála eina grøna borg. So siga vit vaksnu beinanvegin, at ein borg er grá. So er spurningurin aftur har: Hví kann ein borg, sum eitt barn ger, ikki vera grøn, siga starvsfólk í Mylnuhúsinum, sum vælnøgd fóru heim leygardagin eftir tveir spennandi ráðleggingardagar saman við italienska sálarfrøðinginum og pedagoginum, Danielu Cecchin.