Fótbóltspanelið hjá Rás2 var í dag mannað við Ólavi Larsen, André Olsen og Tróndi Arge.
Teir viðgjørdu tvey heimlig fótbóltsevni. Tað fyrra evnið var skrivið FSF sendi út til feløgini 20. juni, har heitt verður á spælarar og venjarar o.o. at ansa eftir hvat sagt verður um t.d. dómarar, aftaná ein loknan dyst.
Fótbóltspanelið kom eisini við sínum metingum um 15. umfar í effodeildini.
Hoyr sendingina við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI.