Hvat sigur løgmaður?

Kári P.Højgaard, løgtingsmaður fyri Sjálvstýrisflokkin

13 samgongulimir hava skrivað løgmanni bræv, har teir biðja hann seta ein skjóttarbeiðandi bólk, tveir løgtingslimir úr hvørjum samgonguflokki, sum skulu kanna, hvørjir almennir stovnar kunnu flytast út um landið.
Tinglimirnir meta, at bólkurin kann koma við sínari fyrstu niðurstøðu um tríggjar mánaðir.
Teir 13 sum hava skrivað undir brævið til løgmann eru Jógvan við Keldu, Jóhan Dahl, Hendrik Old, Heðin Zakariassen, Alfred Olsen (samgongulimur?), Kjartan Joensen, Jørgen Niclasen, Marius Dam, Gerhard Lognberg, Vilhelm Johannesen, Sverri Midjord, Andrias Petersen og Anfinn Kallsberg.
Løgið at samgongutingmenn meta tað alneyðugt at almannakunngera eina slíka áheitan á løgmann beint áðrenn løgtingsval.

Kann hugsast, at útflutningstørvurin av almennum stovnum úr miðstaðarøkinum er líkaproportionalur við atkvøðutørvin hjá politisku samgonguflokkunum og limunum í ætlaða politiska serfrøðingabólkinum?
Hví geva hesir 13 tinglimirnir Bárði Nielsen landstýrismanni loyvi til at flyta vælvirkandi virksemi úr útjaðaranum. Gagnar og sparir t. d. niðurleggingin av Toll/Skattstovuni í Klaksvík, norðoyingum, ið nú mugu yvir um fjørðin, tá teir hava ørindi á almenna stovninum?
Dagsins trupulleiki í útjaðaranum er, at útróðurin bløðir spakuliga burtur, og bygdauniversitetini (egningarskúrarnir) lata aftur ein fyri og annar eftir. Hvat gera tit við henda trupulleika?
Hvat kann politiskt gerast við væntandi vinnumøguleikarnar hjá fiski og útróðrarmonnum, ið fækkast í tali, tí fiskidagatalið og harvið inntøkumøguleikarnir verða skerdir á hvørjum ári, og ikki er loyvt at vinna meir enn 50 túsund krónur av øðrum arbeiði, um tú skal verða roknaður sum fullrikin útróðrarmaður?
Hvat við størstu arbeiðsplássunum, flakavirkjunum. Hvat manglar í, áðrenn idé fabrikkin avloysir filé fabrikkina, og hvat skulu tey tímaløntu tá liva av?

Í hesum álvarsmálum ber ikki til at fara út í sjálvdrátti. Harnæst má tryggleiki valda í almennu skipanini, so reglur og avtalur verða hildnar, við virðing fyri starvsfólkunum.
Vit skulu hava førleikakrevjandi arbeiðspláss úti um landið, men hetta má gerast í eini skipari ætlan, har samskipan, serkunnleiki og samfelagsligi ágóðin koma borgarunum í økinum og landinum til góða. Skal útjaðaranum verða lív laga, so má fyrst og fremst fiskivinnan fáa bestu umstøður. Her er brúk fyri at vinnan og politiski myndugleikin tosa saman og finna loysnir í felag.
Um løgmaður gongur áheitanini frá hesum 13 tingmonnunum á møti, og teir fáa loyvi at býta á skinninum, hvar er tá lyfti um opinleika og gjøgnumskygni?