Hvussu í allari víðari verð ber tað til, at einki opið kjak hevur verið um, hvussu vinnan og privatu húsarhaldini kunnu liva upp til sera ambitiøsa málið um at minka okkara útlát við 8% fram til 2012, væl at merkja í mun til útlátið anno 1990??
Kyoto = ábyrgd í føroyskan politikk
Sjálvandi ber ikki til ta einu løtuna at pynta seg við Kyoto fyri næstu løtu at koma krúpandi til Danmarkar, tí vit ikki høvdu nakra greiða ætlan fyri, hvussu vit skulu minka okkara útlát. Tað nyttar ikki, at landsstýrið velur at bakka nú, tí Føroyar mugu og skulu sum ábyrgdarfull tjóð taka sín part av globala niðurskurðinum av CO2-útlátunum. Har er eingin vegur uttanum. Liva vit ikki upp til ábyrgdina í hesum máli, kemur tað ikki einans at kosta landskassanum dýrt – men eisini vinnan kemur at gjalda prísin.
Tí skulu vit í gongd í dag at minka um okkara útlát, og leggja eina ætlan, sum eisini fevnir um eina framtíðar føroyska oljuvinnu.
Kundin krevur tað
Nakrar føroyskar fyritøkur, sum selja til útlendska marknaðin, eru farnar at útvega sær góðkenningar sum vísa, at tær í sínari framleiðslu lata so lítið CO2 út sum til ber. Fleiri og fleiri virkir fara at gera hetta í framtíðini. Hetta gera virkini ikki við íblástri ella tileggjan frá myndugleikunum, men heilt einfalt tí útlendsku kundar teirra krevja tað - annars keypa tey vøruna aðrastaðni. Kring okkum eru risafyritøkur sum Tesco, Cadbury Schweppes og Coca Cola og farnar at merkja sínar vørur við “CO2-fótasporum”. Medvitni kundin spyr eisini eftir slíkari umhvørvismerking á fiskavørum.
Kyotoráðstevna i Føroyum
Okkum tørvar víðfevnda, tvørfakliga og skjóta dagføring, og savnan av vitan, so vit øll kunnu bretta uppum armar her og nú.
Tí eiga myndugleikarnir at skipa fyri einari almennari CO2-ráðstevnu. Her skulu fiskivinnan á landi, skipaflotin, byggivinnan, oljuvinnan, Umhvørvisstovan, Jarðfeingi, politikarar og onnur, sum hava áhuga og vitan á økinum, savnast til ein skjóttvirkandi hugbanka. Her verða fakta løgd fram og kjakast skal um, hvør kann gera hvat og hvussu at røkka málinum.
Eitt uppskot er at gera sum Stórabretland við teirra “The Carbon Trust” - at seta á stovn ein almennan grunn at hjálpa vinnuni og privatu húsarhaldunum í gongd við at minka teirra útlát, og á tann hátt at flyta Føroyar yvir í ein lág-CO2 búskap.
Føroyar í jaligt fokus í 2009
Hetta kann so vera okkara fyriboði til altjóða umhvørvisráðstevnuna, sum verður í Keypmannahavn í 2009, har avloysarin hjá Kyoto væntandi kemur á borðið. Tá savnast øll heimsins lond, og vit fáa ein møguleika at vísa á Føroyar sum eitt land, ið tekur ábyrgd og tekur umhvørvið í álvara.
Tað eigur ikki at taka meira enn tveir minuttir at taka avgerðina at savna allar góðar kreftir!