Seinasta trupulleikan átti Tjóðveldið. Ein tingmaður vildi ikki fylgja flokkinum í fiskivinnupolitikkinum. Á tingsins røðarapalli boðaði Høgni Hoydal frá, at atkvøddi flokkurin ikki samlaður fyri uppskotinum, so var flokkurin ikki borðbarur at umsita fiskivinnuøkið og fór tí úr samgonguni.
Aftan á drúgvt fundarvirksemi kemur Høgni nú fram og sigur, at flokkurin verður verandi í samgonguni, tó uttan álit á Heina.
Uppá fyrispurning í útvarpinum vavdi hann rundan um søgdu orðini á tingi, at tað "var ikki soleiðis, orð hansara skuldu skiljast, øll hava misskilt hansara úttalilsi" o.s.v. o.s.v.
Hetta er ikki ókent, tí hvørja ferð, Høgni er tikin á "skeiva" beininum, og tað er nú nógvar ferðir, so kemur tann regluliga frágreiðingin um skeiva tulking av orðum hansara!
Í hesum spentu politisku tíðum verður væl fylgt við, hvat hendir, og tí siti eg og helst fleiri við mær eftir við spurninginum: Hvat segði Høgni, og hvat meinti hann?
Sum formaður fyri størsta flokki á tingi eigur Høgni at sleppa sær av við handan óvanan at umskriva sína útsøgn, hvørja ferð onkur tekur í álvara tað, Høgni hevur sagt!
Ella er innast inni onki álvara í manninum?