Hon vísti bæði buppur og tað, sum loyniligari er – og tað er ikki gerandiskostur í føroyskum sjónvarpi.
Men vit bíða í spenningi eftir, hvør tingmaður (tí tað eru bara menn sum hugsa um slíkt) verður tann fyrsti at senda Helenu Dam á Neystabø ein grein 52 fyrispurning, um hon heldur tað verða rætt at senda eitt sjónvarpslið – fyri skattgjaldarans pening – niður til Danmarkar at taka myndir av eini spillnaknari føroyskari kvinnu og vísa tað í sjónvarpinum!
Kanska vit skuldu útskrivað eina gitikapping, tí onkur verður tann fyrsti...
Okkurt bendir á, at Kringvarpið í næstu sending fer at renna aftan á samkyndum føroyingi.
Man tað ikki eisini verða eitt mál, sum er so stórt, at tingMENN fara at reisa málið?











