Hvat í himmalsins navni sigur tú, harra løgmaður?

Allur tingsalurin heldur andanum, tá hann ressast úr stólinum. Maðurin á brúnni hevur fingið nóg mikið. Tíðin er komin til stíga fram á torg og fortelja troppunum á Føroya løgtingi og veljarunum kring landið, hvar skápið skal standa. Tíðin er komin til at traðka í karakter. At vísa aftur ákærunum um, at vit hava ein veikan leiðara. At demonstrera hvør tað er, sum ræður fyri borgum.

Sjálvur ressaðist eg við, tá tingformaðurin beyð Kaj Leo Johannesen orðið. Tað hevði verið greitt undir allari fyrstu viðgerð av fíggjarlógaruppskotinum, at partar av samgonguni ikki tóku undir við landsstýrinum í at strika pengarnar til Sandoyartunnilin og tunlarnar norður um Fjall.

Fíggjarmálaráðharrin hevði frammanundan proklamerað, at hann vildi hava vælferð heldur enn tunlar. Løgmaður hevði bedýrað, at hann stóð fult og fast við hesa avgerð. Men Anfinn Kallsberg, formaður í Fíggjarnevndini, vildi ikki hoyra talan um, at hansara tunlar vóru strikaðir.

Tá kjakið í tinginum nærkaðist endanum hendan hósdagin í seinastu viku, tók løgmaður loksins blaðið frá munninum:


“...Eg havi ein sovorðnan varhuga av, at tað er eitt ella annað sett av á

norður um Fjall, tá ið álitið kemur út aftur. Eg veit ikki. Eg havi ikki

ánilsi fyri tí. Men hatta er ein prognosa. Men ókey, lat okkum fáa at

síggja, hvat tað verður til, tá ið mann fer at trýsta á...”


HVAT segði hann?

Eg visti ikki, um eg skuldi flenna ella gráta. Flenna eftir einum løgmanni, sum á alljósum degi og fyri opnari mikrofon viðurkennir, at hann ikki “hevur ánilsi fyri tí”. Ella gráta um eitt sitat, sum sigur so óendaliga nógv um okkara sokallaðu leiðslu. Um føroyskt fíggjarlógarsmíð. Og um politiska mentan í Føroyum.

Í Danmark hevur kjak verið um at gera fast samband millum týsku oynna Femern og danska fastlandið, og um at byggja eina brúgv ímillum Sæland og Jútland. Um danski forsætisráðharrin Lars Løkke Rasmussen fór upp á fólkatingsins røðarapall og segði, at hann ikki hevði ánilsi fyri, um hol varð sett á hesar risa íløgurnar á komandi fíggjarlóg ella ikki, so skulu tit líka trúgva, at eldur hevði verið í skálanum. Ein slík útsøgn hevði verið uppfatað sum tann ultimativa falliterkleringin frá einum statsleiðara. Pressan hevði húðflett mannin. Og andstøðan hevði trumlað hann niður.

Men í Føroyum er útsøgnin hjá Kaj Leo Johannesen einki at skriva heim um. Í Føroyum hevur hon ikki verið tikin upp á tungu. Í Føroyum er hon bert ein turr staðfesting av eini undirútviklaðari politiskari mentan. Og sjálvandi eisini einum løgmansembæti uttan myndugleika.