Tað var seinasta fríggjadag, at stovnarin og parteigarin í Polar Seafood, Anders Brøns, varð funnin lívleysur í havnini í Ålborg. Dagin fyri hevði hann verið til ein døgurða, og eftir døgurðan fóru gestirnir hvør til sítt. Kanningar hjá donsku løgregluni vísa, at Anders Brøns síðan helst er komin út fyri eini vanlukku, sum gjørdist hansara bani.
Í telduposti til KNR heldur danska løgreglan ikki, at brotsverk er framt móti manninum.
- Okkara kanningar umframt líksýnið hjá rættarlæknunum vísa á, at maðurin helst er deyður orsakað av eini vanlukku, skrivar danska løgreglan, sum tó ikki neyvari greinar, hvør umrødda vanlukka kann hava verið.
Longu dagin eftir tilburðin í Ålborg segði vaktleiðarin hjá norðurjútsku løgregluni, at eingi tekin vóru um, at nøkur brotsgerð varð fram móti Anders Brøns. Kanningarnar hjá løgreglu og rættarlæknum benda á tað sama, og tí hevur danska løgreglan valt at enda hetta mál.
- Avvarðandi eru kunnaði, og løgreglan hevur ikki fleiri viðmerkingar til málið, skrivar norðurjútska løgreglan í teldupostinum til KNR.










