Bjarni Rubeksen , Sjónvarp Føroya
Hvat heldur tú um Scillioyggjanar?
Tær skulu upplivast, fólkið og landslagið gongur uppí eina hægri eind. Tað kann samanberast við at koma til Mykinesar fyrstu ferð. Tað er friðarligt, og nátturan er fantastisk, og har er nakað sum gevur intrykk allatíðina: havið veðurlagið, vøksturin og tað at Scillioyggjanar eru eitt lágt land. Tá ið tú skalt onkrastaðni, leigar tú bát heldur enn taxa.
Heldur tú, at tað er vert at fara niður har at rógva kapp hvørt ár?
Ja sjálvandi, hetta er ein fantastisk gularót, sum kann gera at kappróðurin á stevnunum kann gerast sera spennandi. Hetta er ein ítróttargrein, sum vit vita at vit duga, og tað skuldi ikki verið nakar trupulleiki at blivi millum teir bestu.
Hvat kunnu vit gera fyri at fáa eitt betri úrslit?
Vit mugu venja meir við slíkum bátum fyri at læra teknikkin, sum hinir brúka. Tað hevði kanska verið eitt hugskot, at manningin vandi burturav í 14 dagar áðrenn teir fóru avstað, fyri at koma í somu venjing sum aðrir
Leif Láadal Dimmalætting
Hvat heldur tú um Scillyoyggjanar?
Tær eru ikki so silly, sum navnið sigur. Scillyoyggjanar hava eitt fantastiskt veðurlag. Um vit høvdu havt tað sama veðurlagið í Føroyum, so vildi eingin klagað um veðrið.
Heldur tú, at tað er vert at fara niður har at rógva kapp hvørt ár?
Ja, tað er tað vert. Hatta er ein stór ítróttarlig avbjóðing. Hatta er ein eyka virðisløn og ein gularrót fyri føroyskan kappróður.
Hvat kunnu vit gera fyri at fáa eitt betri úrslit?
Føroyingar mugu læra seg at rógva sum bretar, frantsmenn og hollendingar. Teir toga árarnar fram við síðuni, tí tað gevur betri kraft. Um vit klára tann teknikkin til fulnar, so koma vit heilt víst til tops. Eitt hugskot hevði kanska verið at havt tveir bátar í Føroyum, so kundu vit kappast um, hvør var bestur.
Petur Elias Petersen ÍSF
Hvat heldur tú um Scillyoyggjanar?
Oyggjanar eru eitt sera gott feriupláss, veðurlagið er sera gott, og tað sást týðiliga, at oyggjarnar ikki vóru slitnar av ferðafólkið. Eitt, sum hugtók meg nógv, tað var oyggin Tresko, har vóru plantur úr øllum heiminum
Heldur tú, at tað er vert at fara niður har at rógva kapp hvørt ár?
Ja, hetta er ein fínur máti at koma út um landoddanar at rógva kapp, um vit kunnu fáa hetta sponsurerað, so skulu vit heilt sikkurt luttaka, tí vit kunnu gera okkum galdandi í kapprórði
Hvat kann gerast fyri at fáa eitt betri úrslit?
Fyrst og fremst at vit læra tann sama teknikkin, sum aðrir brúka, og at vit fáa ein róðrarhyl inni, sum venjast kann árið runt
Jóhannes Joensen, Formaður í Rórarsambandinum
Hvat heldur tú um Scillyoyggjanar?
Hetta vóru sera hugnaligar oyggar - eitt upplagt stað at halda sína feriu. Veðrið var sera gott, líka frá mjørka til brennandi sólskin. Hitin er sera javnur, ikki sum hjá okkum
Heldur tú, at tað er vert at fara niður har at rógva kapp hvørt ár?
Ja, tað er tað avgjørt, hetta er ein stór gularrót hjá føroyskum kappróðri. Hatta er ein av teimun fáu møguleikunum, sum føroyingar hava at sleppa uttanlands at rógva. Og eg ivist ikki í, at um vit halda fram, kunnu vit eisini gera Føroyar kendar fyri kappróður. Tað er ikki sum í fótbólti at vit eru við fyri at læra. At rógva duga vit heilt víst, vit skulu bara læra at rógva aðrar bátar.
Hvat kann gerast fyri at fáa eitt betri úrslit?
Tað er fyrst og fremst venjing í hasum slagnum av báti. Eg haldi ikki, at tað er ógjørligt at náa toppin, tí okkara menn vóru líka væl fyri sum hinir. Føroyinganir høvdu kreftir til teir komu á mál, har hinir dragnaðu, tá. Tað sum vit mangla er at fáa teknikkin uppá pláss, so skulu úrslitini nokk koma.










