Hvat gerst á bygd?

Tíðindaskriv frá Sandoy Seafood í Skopun

 

? Framløgur og orðaskifti um økismenning í Sandoynni


Mánadagin 15. januar skipar Vinnulívsráðið í Sandoynni fyri fundi um økismenning. Økismenning tykist vera vorðið eitt nýtt gandaorð í politiska orðaskiftinum, men spurningurin er, hvat er hent á økinum, hvør støðan er og hvat kann gerast. Dennis Holm og Ólavur Waag Høgnesen, samfelagsfrøðingar á Granskingardeplinum fyri Økismenning, fara at leggja upp til orðaskifti á fundinum.

Dennis Holm: Í 1950 búðu 1652 fólk í økinum (Skúvoy íroknað), og árini 1978-1990 búðu stabilt 1750 fólk í Sandoyar-økinum (1983-84 tó um 1800). Hinvegin, líta vit at, hvussu stórur partur av øllum føroyingum búgva í Sandoyar-økinum, so hevur støðugt verið talan um eina lutfalsliga afturgongd. Í 1950 búðu 5,2% av Føroya fólki í Sandoyar-økinum, men longu fyrst í seksti-árunum byrjar afturgongdin: Frá 1960 (5%) minkar talið javnt ár um ár, og heldur ikki tey nógv umrøddu áttatiárini megnaðu at steðga gongdini. Kreppuárini minkaði fólkatalið við umleið 300; í dag búgva uml. 1460 fólk í økinum, og tað svarar til 3,2% av øllum teimum, sum búgva í Føroyum.

Sostatt er gingið aftur á hondina í Sandoyar-økinum, bæði í góðum og ringum tíðum. Síðani flakavirkini lótu uppaftur ? m.a. stuðlað av teirri sokallaðu Sandoyar-verkætlanini ? er virksemið og harvið bæði lønar- og skattainntøkurnar vaksnar, men fólkatalið er bert kvinkað uppeftir. Spurningurin er tí, um hettar er ein lagnugongd, ið ikki slepst undan. Ella eru grundir fyri at halda, at ein eginmenning í økinum er møgulig? Tann, sum umhugsar, at flyta í Sandoynna, spyr sjálvsagt, hvat oyggin hevur at bjóða sum er, og hvørji útlitini eru fyri eini menning í framtíðini, ið ger økið lokkandi fyri nútíðarfamiljuna? Er Sandoyggin eitt lokkandi alternativ til onnur øki í landinum ella...?

Ólavur Waag Høgnesen. Gongdin síðani kreppuna hevur greitt havt við sær eina miðsavning, bæði tá ið um fólkatal og ressursir annars ræður (flutningstænastur, almennar tænastur o.s.frv.). Saman um tikið hevur tað við sær, at vinnulívsfyritøkur á meginøkinum hava betri fortreytir at virka undir enn tær, ið hava sund og fjørð millum seg og ressursirnar á meginøkinum. Útjaðarafyritøkurnar dragast sostatt ikki bara við teir praktisku (og harvið kostnaðarligu) vansar, sum miðsavningin hevur við sær; miðsavningin ávirkar eisini møguleikarnar hjá útjaðarafyritøkunum at útvega fígging. Dømini verða alt fleiri um, at stóru fíggingarstovnarnir ikki vilja fíggja útjaðarafyritøkur; hetta hendir við tilvísing til, at fastognarvirðini á bygd eru lág og váðin tí ov stórur. Ein avleiðing hevur verið, at smáu fíggingarstovnarnir hava átikið sær vinnulívsfígging við størri váða, men lokalir fíggingarstovnar eru sum kunnugt ikki í Sandoynni. Hettar reisir spurningin, um tað hevði verið rætt við átøkum, ið kunnu veita vinnulívinum í útjaðaranum fígging. Greitt verður frá teimum skipanum, sum eru galdandi á hesum økinum í eitt nú Íslandi og Noregi, og lagt verður upp til orðaskifti um, hvussu ein serlig útjaðarafígging kann skipast her á landi.

Framløgurnar verða mánakvøldið 15. januar kl. 19.30.