Í bløðunum hevur Annfinn Brekkstein, limur í Tórshavnar býráð fyri Sambandsflokkin, grein um, hví hann ikki atkvøddi fyri, at Tórshavnar kommuna skuldi fáa loyvi til at samráðast um lánstreytir fyri einum láni upp á góðar 200 milliónir krónur.
Orsøkina til, at hann »ikki var ílatin til støðutakanina«, sigur hann vera málið um Glyvursveg, tí at nøktandi upplýsingar ikki vóru í málinum. Eitt sindur løgið, tí eitt sambandsumboð hevur sitið í bygginevndini, so har skuldi ligið væl fyri hjá Annfinni Brekkstein at fingið allar upplýsingar.
Hartil er mannagongdin tann, at býráðsmál liggja frammi í fýra dagar undan einum fundi, so allir limir hava ríkiligan møguleika at seta seg væl inn í tey, leggja teir í. Og tað skuldi Annfinn Brekkstein heldur havt gjørt áðrenn fundin, tí hann kundi havt biðið bæði borgarstjóran og umsitingina um upplýsingar, men gjørdi tað ikki.
Somuleiðis hevur hann fingið handað bæði stýrisskipan og fundarskipan hjá býráðnum, og saman við tí kunning, hann hevur fingið um rætt til innlit í býráðsmál og um rætt til hjálp til gjøgnumgongd av framløgdum býráðsmálum, skuldi hetta verið nóg mikið til at sagt honum, at eingin umbering er fyri at koma ófyrireikaður ella óílatin á býráðsfund!
Tí er neyðugt at spyrja, hvat Annfinn Brekkstein ger í býráðnum! Skal hann hava upplýsingar um tey ymsu málini, er altso eitt minstakrav, at hann ger sítt uppsøkjandi arbeiði sum býráðslimur til lítar. Hann hevur atgongd til alt skjalatilfarið, sum vísir greitt, hvat peningurin skal brúkast til, og tí tykist tað sera løgið, at hann sigur, at hann ikki visti, hvørjum hann skuldi atkvøða fyri.
Sjálvur eri eg bilsin og helst veljararnir við, at Annfinn Brekkstein dittar sær alment at boða frá neyvari stýring av skattaborgarans peningi við skili, tá hann sjálvur byrjar sítt býráðsarbeiði á slíkan hátt, ið alt annað enn boðar frá skili.
Nú greiddi hann so ikki atkvøðu á fundinum, men eg kann vissa bæði hann og borgararnar um, at tey, sum altso greiddu atkvøðu á býráðsfundinum, út frá fundarskrá og fyriliggjandi tilfari vóru fult greið yvir, hvat tey gjørdu.
Eisini kann eg upplýsa fyri Annfinni Brekkstein, at tá hann ikki atkvøður, svarar tað til at vera fyri einum máli. Tann, ið tegir, hann samtykkir. Tað er einki, sum eitur ikki at taka støðu, so hetta sær mest út sum ein bíligur máti at skáka sær undan at taka á seg ta ábyrgd, hann hevur fingið frá veljarunum, tá hann er valdur inn í Tórshavnar býráð!