Hvat fert tú í til jólaborðhaldið

Kvinnilig og etnisktkend klædnapløgg fara at prýða kvinnuligur jólaborðhaldsgestirnar, meðan menninir bæði lukta væl og fylgja við í mótanum.

Ein stórur partur av fyrireikingini til eitt jólaborðhald, fer við at snolla og pynta seg. Vit hava tosað við Barbaru í Gongini klædnasniðgeva, og spurt hana, hvat fólk fara í til jólaborðhaldini í ár. Barbara sigur, at luksus er eitt av lyklaorðunum.
 
Fólk krevur góðsku
Fólk ganga nógv meira upp í góðsku enn fyrr, og bæði menn og kvinnur leggja stóran dent á, at tey eru í klæðum av høgari góðsku. Hetta skal tó ikki vera ov prangandi. Talan kann vera um eina tasku ella pung í røttum slagi og av røttum leðri, einar sólbrillur av rætta merkinum, eitt fínt ur, einir prada skógvar, undirklæði av reinari silki ella okkurt sovorðið.
 
Etniskur hippie stílur
Hippie stílurin úr fyrru helvt av sjeytiárunum liggur við sínum endurnýtslu lookið sum grund fyri samlaða stílinum, nógvir litir verða blandaðir í eitt satt multicolourmix. Hesin stílur liggur sum grund fyri bæði ung og eldri. Men fyri tey eldru verður stílurin eitt sindur meira reinsaður, og fær eitt slett av etnisiteti. Hetta kann vera alt frá norðulenskum til tibetanskt.
 
Svarti kjólin riggar altíð
Kvinnurnar sleppa at vera væl meira kvinnuligar enn seinastu nógvu árini, tað er í lagið at vísa, at kynini ikki eru eins. Linjurnar eru eitt sindur styttri og styvlar og skógvar eru meira framtraðkandi, halarnir eru høgir, og teir spísku snútarnir eru skiftir út við rundar.
Umframt hetta lookið er ein klassikari, ið altíð riggar og sum ivaleyst eisini verður at síggja á nógvum jólaborðhaldum. Tað er stutti svarti kjólin.
 
Menn eru líka tespiligir
Barbara heldur tað vera sera stuttligt at síggja, hvussu væl mannfólk eru farin at fylgja við. Aftan á at metroseksualitetur kom á dagskránna, eru menn vorðnir nógv meira vælsoigneraðir. Teir ganga høgt upp í klæði og at lukta heilt rætt. Teir eru vorðnir minst líka tespiligir, sum kvinnurnar eru, sigur Barbara at endans.