Londini í Europa hava sett 10.000 milliardir krónur í bjargingarpakkan. Men eingin veit, um tað hjálpir. Frakland, Spania, Týskland, Holland og Eysturríki boðaðu í gjár frá, at tey eru við í bjargingartiltakinum til fíggjarstovnarnar. Íalt eru 9700 milliardir krónur settar av til bjargingina.
Allastaðni hevur partabrævahandilin verið positivt ávirkaður av bjargingarpakkanum. Tá ið C20 lat aftur mánadagin, vóru partarøvini hækkaði við 10 %, sum er tað mesta, teir vita um at siga.
Í Wall Street hava amerikanskir íleggjarar handlað partabrøv, við einum kursvinningi uppá næstan 7%, eftir at fallið í farnu viku, var tað størsta í 75 ár.
Danski virðisbrævahandilin er í eini bíðistøðu. Tað verður handlað, men teir stóru virðisbrævahandlararnir, hava havt avtalur sínámillum um kurs. Men í dag høvdu virðisbrævahandlararnir kreppufund, har sínámillum avtalan um kurs, varð uppsøgd.
?Vit kenna ikki nóg væl hvat bjargingartiltøkini kunnu føra til. Tí hava vit avgjørt at siga sínámillum avtaluna upp,? sigur Jan Heindorff í Danske Bank við Børsen.
Men mikudagin fara teir aftur at fundast um virðisbræva-handilin.
Spurningurin er, hvørja ávirkan bjargingarpakkin fær á pulsæðrina í danska fíggjarheiminum - enn valdar ivi. tá talan er um langtíðaríløgur - sum virðisbrøv.