Hvat er ótrúskapur?

Menn og kvinnur hava hvør sína fatan av hvat tað merkir at verða ótrúgvur. Ein kanning, sum varð gjørd av David Buss og hansara starvsfeløgum, vísti at ótrúskapur fyri mannfólk var um ein hevði kynsliga samverðu við ein annan. Fyri kvinnur vísti tað seg, at um persónurin fekk kenslur fyri einum øðrum, so kendist tað meira sum ófyrigevandi ótrúskapur. 

 

 

 

David Buss greiddi soleiðis frá um úrslitini í hansara kanning, mannfólk kunna geva kvinnuni møguleikan at føða barn, sostatt gerst kynsligur ótrúskapur verri fyri mannfólki enn kensluligur ótrúskapur. Og fyri kvinnuni er tað soleiðis at tær geva manninum kærleika og umsorgan, og fær maðurin kenslur fyri einari aðrari kvinnu, so kennist tað verri enn kynsligur ótrúskapur fyri tær.

 

 

 

Soleiðis ber eisini til at staðfesta, at ótrúskapur er eitt orð við einum relativum týdningi, tað er lættari at skilja kynsligan ótrúskap enn kensluligan, tí kynsligur ótrúskapur er sjónligur, meðan tað er verri at síggja kensluligan ótrúskap. Hetta vísti kanningin eisini at bæði kynini eru samd um.