Hvat er týdningarmiklari ? niðurgjalding av kommunalari skuld ella røtt raðfesting?

Øll munnu vit kenna til byrðuna av skuld og dreymin um skjótast gjørligt at kunna minka hesa og vinna størst fíggjarligt frælsi.

Jenis av Rana



Tú kennir tað frá tí dagliga húsarhaldinum, landspolitikkarar kenna tað frá landshúsarhaldinum, og støðan er júst hin sama við húsarhaldunum í kommunum okkara.

Poul Nyrup Rasmussen, danski forsætisráðharrin, staðfesti, at Landsstýrið hevði megnað at lagt pening til síðis og niðurgoldið skuld, og hann metti hetta at verða framúr positivt. Men hann nevndi ikki, at prísurin var eitt niðurslitið samfelag.

Áttu týdningarmikil communal øki at verði lýst í undantaksstøðu?

Farandi bý(ði)ráð rósar sær av, at hava goldið skuld Havnar kommunu til eitt óvæntað lágt støði, men eisini teir gloyma at siga okkum prísin, ið er ein kommuna, sum á týðandi økjum átti at verið í undantaksstøðu! Í grein í bløðunum herfyri ? nevnd Býráð ella bíðiráð ? havi eg víst á ta neyðstøðu, ið bæði børn, sjúk, familjur og eldri eru í í dag ? just tí at teir, í annars skilagóðu royndum sínum at minka um skuldina, gloymdu at raðfesta tað neyðuga fremst!

Hugsa um

títt egna húsarhald

Einfalt dømi frá egnum húsarhaldi vísir hetta best. Velji eg at brúka meginpartin av inntøkuni til at minka um skuldina, so vil, hvussu hugalig minkaða skuldarbyrðin enn kennist, hetta fáa fylgir fyri onnur øki í dagliga degnum. Peningur fer at mangla til viðlíkahald, presónliga røkt, tað, ið krevst til børnini v.m. v.m., alt tí at tráanin eftir skuldarfrælsi fekk okkum at gloyma raðfestingina av tí, ið hevði størri týdning.


Lyfti Miðfloksins

At eggja til og vera við til at raðfesta rætt í øllum viðurskiftum lívsins, verður altíð høvuðsendamálið í politikki Miðfloksins. Tað lyftið geva vit fegin veljarum okkara, bæði á bygd og í bý.