Hvat er strongd?

Langtíðarstrongd veksur eitt nú um vandan fyri hjartasjúkum, tunglyndi og versnandi støðu við kroniskum sjúkum

Vilmund Jacobsen

Tú gerst strongdur, tá tú stendur yvir­fyri so stórum avbjóðingum í ar­beiðslívinum ella privatlívinum, at tú ikki sært teg føran fyri at loysa trupulleikarnar ella viðurskiftini.
Stokkut strongd er ikki skaðilig, men drúgv strongd yvir eina longri tíð kann gera teg álvarsliga sjúkan.

Stokkut strongd
Øll menniskju kunnu koma í støður, sum elva til stokkuta strongd.
Hetta slag av strongd kann viðføra eina røð av likamligum, sálarligum og atferðarbundnum reaktiónum, sum skerpa uppmerksemi og gera teg føran fyri at geva títt besta.
Tað kunnu vera støður, sum krevja ein serligan innsats, eitt nú skúla­royndir, orrustir og dead-line á arbeiðs­plássi.
Tá avbjóðingarnar eru lagdar aft­ur um, er tað týdningarmikið, at tú sleppur at hvíla teg og at uppbyggja orkuna av nýggjum.
Hetta er neyðugt, so støðan ikki mennist til langtíðarstrongd.
Langtíðar strongd
Langtíðarstrongd hendir, tá ójavnvág er millum tær avbjóðingar, tú stendur yvirfyri og tínar møguleikar at taka hond um avbjóðingarnar.
Orsøkin til langtíðarstrongd kann vera álvarsamar hendingar í lívinum, belastningar á arbeiðsplássinum ella í privatlívinum, vantandi frítíð og hvíld.
Ofta er orsøkin til langtíðarstrongd, at tú ert overvaður á fleiri týdningar­mikl­um økjum í senn.

Vandi er á ferð
Vandar við langtíðarstrongd eru, at tú kemur í eina óhóskandi støðu, har vandi er fyri sjúku ella versnandi sjúku.
Langtíðarstrongd veksur eitt nú um vandan fyri hjartasjúkum, tunglyndi, versnandi støðu við kroniskum sjúk­um, eitt nú við ovurviðkvæmi og typu 2-diabetes, eins og strongdin kann føra til vanlukkur.
Kelda: Sundhed.dk