John William Joensen, formaður, Vegna nevndina í Norðoya Sambandsfelag
????????????
Nevndin í Norðoya Sambandsfelag hevur á fundi tann 17. desember 2006 viðgjørt støðuna sum íkom eftir at stórsti parturin av sambandstinglimunum atkvøddu fyri uppskotinum hjá Tjóðveldisflokkinum (266b).
Norðoya Sambandsfelag ásannar, at í etiskum spurningum hevur Sambandsflokkurin altíð havt ta greiðu linju, at tinglimir kunnu atkvøða eftir egnari sannføring, og hesa linjuna stuðlar Norðoya Sambandsfelag.
Men eftir stendir nú spurningurin:
Hvat meinar sambandsflokkurin við orðini í stevnisskránni – »at flokkurin vil føra ein framfúsnan politikk á kristiligum mentanarstøði«?
Tí hevur nevndin í Norðoya Sambandsfelag í skrivi til floksleiðsluna mælt til, at flokkurin fer at viðgera grein eitt í stevnisskránni, har flokkurin sigur seg vilja reka ein »framtaksfúsan politikk á kristiligum mentanarstøði«