Sum tit helst hava lagt til merkis, so hava vit valt navnið til blaðið. Grundinar til, at blaðið skal bera hetta heitið eru nógvar. Fyri tað fyrsta halda vit, at hetta er eitt sera orginalt navn. Navnið er sett saman av bókstavunum p og h og talinum 1. Tá bókstavirnir p og h á enskum verða settir saman, verða teir úttalaðir sum f. F-eitt = feitt!! Feitt er »slang« ímillum ung, ið merkir gott, kul, deiligt og so víðari. Eitt positivt orð, sum ikki bindur seg til nakað ávíst.
At tað verður sett upp á henda hátt ger, at tað verður eitt sindur meira ótraditionelt. Sær út sum ein formil ella okkurt líknandi.
Afturat at vera »slang«, so er vísir ph eisini til ph-virði í onkrum. Ph-virði í neutralari sápu er til dømis um 5,5. Súrari tað verður, minni verður ph-virðið, so ph 1 er ræðuliga súrt!
Millum tey innkomnu uppskotini meta vit, at hetta var tað besta. Men treyðugt so. Nógv góð uppskot komu inn. Millum tey kunnu nevnast: Vit ungu, S.O.S., Rósan, Frælsi, Quo Vadis, Lúkan, Titos, Girr, Flipp, Blaðung, u.fo, Blaðlúsin, Meylin, Dotcom, Blunk, Bobblan og Tankarásin.
Vit takka hjartaliga fyri øll innkomnu uppskotini, men vinnarin av kappingini gjørdist: Súsanna Laursen, 800 Tvøroyri