Margreth Dalsenni
Seinastu vikurnar havi eg fleiri ferðir verið úti fyri, at fólk hava kjakast um, hvussu vit nevna klokkutíðirnar.
Sigi eg, at klokkan er trý korter til tvey (13.45) so meini eg at hon er gingin trý korter til tvey, meðan onnur halda tá, at hon er trý korter í tvey, t.v.s. eitt korter yvir eitt (13.15).
Sigi eg so, at klokkan er eitt korter til fimm (16.15), so eru tað tey sum halda at hon er eitt korter í fimm (16.45), meðan eg meini, at hon er gingin eitt korter til fimm, altso er hon kvart yvir fýra. Hvat er tað rætta?
Hví siga vit: kvart í og kvart yvir, t. d.16.45 og 17.15?
Hví siga vit: trý korter til og eitt korter yvir?
Hvat er rættari at siga: kvart í/kvart yvir ella trý korter til/eitt korter yvir?
Er nakar, ið kann fáa greiði á, hvussu vit nú skulu siga, tá onkur spyr um klokkuna?










