Hvat er økisterapi?

    

Marjun Sigurðsdóttir
???????????????????
Økisterapi/økispsykiatriheimarøkt/reingerð o.a. í einum ellibita.

Sum formaður í Meginfelag teirra brekaðu eri eg ikki sørt ørkymla um tað, ið sagt verður um ta økisterapi, ið vit hava hoyrt tríggjar ymsar landsstýrismenn tosa um, og so tey tíðindi, sum fjølmiðlarnir bera fram í alt følktari høpi. Seinast í Sosialinum í gjár har formaðurin í Sinnisbata verður endurgivin fyri ikki at skilja millum økisterapi og økispsykiatri og kemur til tað niðurstøðu sambært blaðnum, at vit kunnu gott bíða, tí kommunurnar eru ikki til reiðar at taka ímóti økisterapi. Soleiðis sum landsstýrismaðurin verður endurgivin, so er andsøgn ímillum heimahjálp og millum annað teirra reingerð og so eina økisterapi við fysio/ergoterapeutum. Tað sær út til at ymisk heiti og hugtøk eru koyrd í ein pott, burtur úr kemur ein vavgreytur, ið eingin skilir.
Meginfelag teirra brekaðu vil við hesum fegin greina út hvat vit skilja við økisterapi og hví tað er so umráðandi at fáa hana kring landið, so skjótt fakfólk, útgerð og hølisviðurskifti eru í lagi. Og í okkara verð er einki meira natúrligt enn at byrja heima á Sandi, eftir sum júst hetta øki hevur verið fyrsta royndarøki, ið hevur brotið niður garðarnar millum tað at búgva á stovni og so at fáa hjálp, sum longst at búgva heima í egnum heimi og harvið spara innleggingar. Ein fyritreyt fyri at hetta framhaldandi skal bera til er júst, at økisterapiin virkar í økinum. Vit kundu eisini byrjað í Eysturoynni har vit hava fleiri fleirbrekaði børn og ung. Ella kanska í báðum støðum í senn, t.d. við at lata royndina í Sandoynni serliga snúgva seg um tey eldru meðan royndin í Eysturoynni har vit hava fleiri fleirbrekaði børn og ung. Ella kanska í báðum støðum í senn, t.d. við at lata royndina í Sandoynni serliga snúgva seg um tey eldru meðan royndin í Eysturoynni kundi samla seg um at gera royndir við yngra fólkinum. Hóast tað er ein dýrur kleppur fyri hin einstaka, so er tað í Suðurstreymi, at tær flestu klinikkirnar við fysioterapeutum eru, so her eru vit hjálpt, serliga um funnið verður fram til eina ódýrari loysn.
Tørvur hevur verið á økisterapi í ártíggir. Tørvurin er vaksandi, so hvørt sum sjúkrahúsviðgerð verður styttri og styttri og sum kanska, við nýggja Landssjúkrahúsinum sigst mest fer at halla til at verða ambulant viðgerð, tískil verður tørvurin á viðgerð, eftirviðgerð, uppvenjing og fyribyrgjandi tiltøkum enn størri framyvir.
Fólkini vit fyrst og fremst tosa um, eru fólk har sjúka hevur givið varandi mein, ella kann koma at geva varandi mein um ikki uppvenjing og viðgerð verður sett í verk.
Vit hugsa eisini um tey ið hava viðføtt brek og sum framhaldandi hava brúk fyri viðlíkahaldsviðgerð. Vit hugsa um tey eldru, har høvuðssjónarmiðið hevur verið, at best er at vera longst møguligt í egnum heimi.
Í álitið skriva í 2001 sigst endamálið við økisterapiini at vera:
?At betra møguleikarnar hjá tí einstaka at vera verandi í egnum heimi og fyribyrgja innlegging
?At viðlíkahalda vunnan førleika eftir útskriving av sjúkrahúsi, og at føra vunnan førleika yvir á gerandisdagin hjá tí einstaka.
?At styrkja og varðveita likamliga, sálarliga og samfelagsliga førleikastøði hjá tí einstaka.

Tríggir fylgjandi landsstýrismenn í almannamálum hava tikið málið upp. Øll vita tey, at nógv er at vinna bæði menniskjansliga og fíggjarliga. Vit spara innleggingar, vit spara fólk fyri stívar og kreptar liðir, skerdan gonguførleika, slitsár og mangt og hvat. Vit senda í løtuni fólk til bæði Svøríki, Skotlands og so langt, sum til USA. Tað er eitt sindur skemtiligt, at næstu ferð ein umsókn kemur um »move and walk/Pitø« fær umsøkjarin tað svar, at tú kann fáa 1/2 tíma í reingerð í staðin.
Økispsykiatriin er ein heilt annar spurningur, sum í dag lutvíst verður rikin frá psykiatrisku deild. Við eini vælvirkandi økisterapi er ikki óhugsandi, at økispsykiatriin ella partar av henni kundu verið skipað í økisdeplum.