Fyri nøkrum árum síðan tók Havsbrún í Fuglafirði ímóti fyrstu nøgdunum av einum nýggjum fiskaslagi, sum á enskum kallast boarfish. Føroyska navnið á hesum fiski er havgøltur. Fyrstu fiskarnar av hesum slagi fekk nótaskipið Christian í Grótinum, tá teir royndu eftir rossamakreli í Ensku Kanalini. Tá hevði nótaskipið eina íblanding av havgølti, sum teir landaðu í Fuglafirði.
Okkurt árið hevur Havsbrún í Fuglafirði keypt nøkur túsund tons av havgølti, og tað eru írsku systirskipini, Father McKee og Brendelen, sum eru grundarlagið undir hesi ráfiskatilgongd. Skipini plaga at royna á leiðunum sunnanfyri Írland og niðri móti Ensku Kanalini.
Havgøltur er smáur fiskur. Er slagið gott, liggur støddin millum 10 og 13 cm., men er fiskurin smáur, er longdin einar 5-6 cm. Fiskurin minnir um kongafisk í skræðuni; hann er nakað hvassur, og tí er hann eisini ringur at fáa upp úr skipinum. Neyðugt er at brúka nógv vatn, tá havgøltur verður landaður.










