Hvat er ein háinntøka, Thomas Arabo?

Tinghelluviðmerking
Niels Juel Arge


Thomas Arabo ger tann 8. juli í Tinghelluni í Sosialinum eina roynd at rættvísgera skattalættan hjá Javnaðarflokkinum til tey háløntu. Hann vil vera við, at "tey hægstløntu eru vard av 50% regluni og tískil hvørki kunnu fáa hægri ella lægri skatt". Út frá hesum kemur Thomas til ta niðurstøðu, at talan ikki er um ein skattalætta, sum í sera stóran mun kemur háinntøkunum til góðar. Júst so einfalt er hetta kortini ikki.
Tí tá nú Thomas nevnir 50% regluna, so eigur hann sjálvandi eisini at greiða lesarunum frá, hvar ið hetta 50% markið liggur - í krónum. Tað liggur nevniliga á 830.000 kr ella knøppum 70.000 kr um mánaðin. Eisini gloymir Thomas at nevna, at nógvar aðrar rímiliga høgar inntøkur niðanfyri 50% markið, t.d. frá 500.000 til 750.000 kr um árið, eisini fáa fitt av skattalætta.
Kann vera, at onkur skattamaður hevur lúttað Thomasi í oyra, at hesin nógv umtalaði skattalættin orsakað av "hesum her við 50% markinum" kortini ikki er so álvarsligur fyri Javnaðarflokkin. Haraftrat vil Thomas vera við, at "lættin sigst vera størstur hjá inntøkum á umleið 20.000 kr um mánaðan". Men her er Thomas antin ikki nóg væl kunnaður, ella er galið við útrokningunum hjá Toll- og skatt.
Ein inntøka á 20.000 kr um mánaðan (240.000 kr um árið) fær sambært T&S 3.365 kr í árligum skattalætta. Til samanberingar kann nevnast, at ein inntøka á góðar 33.000 kr um mánaðan (400.000 kr árliga) fær 4.965 kr í skattalætta um árið. Skattalættin økist síðani, inntil man kemur upp til 670.000 kr um árið (knappar 60.000 kr um mánaðan); har er skattalættin 7.665 kr. Lættin fjarar síðani av, inntil man kemur upp til 50% markið hjá Thomasi, ið sum nevnt er umleið 830.000 kr.
Hóast Thomas Arabo ikki fer faktuelt skeivur við 50% regluni, so velst í stóran mun um, hvat hvør einstakur okkara skilur við eina háinnntøku. Tað er møguligt, at onkur javnaðarfólk ikki halda 45.000-70.000 kr um mánaðan vera eina háinntøku. Men spyrt tú t.d. ófaklærda arbeiðaran, hvørs mánaðarinntøka fyri 40 tímars viku er knappar 18.000 kr, fært tú ivaleyst eitt annað svar.
Alt eftir politiskari áskoðan kunnu vit taka hattin av fyri royndini hjá Thomasi Arabo at hvíttvaska hendan skattalættan, ið løgmansflokkurin - sosialistiskt demokratiski flokkur arbeiðaranna - er gingin við til. Eftir mínum tykki var tó betur, um hann spældi við opnum og erligum kortum og greiddi lesarunum frá, hvat hann sjálvur meinar er ein háinntøka. Thomas er jú ikki er harra hvør sum helst - fyrrverandi landsstýrismaður fyri Javnaðarflokkin, fyrrverandi Strandferðslustjóri og vinnulívsmaður - og tí hava hansara orð alt annað líka eina ávísa vekt í almenna kjakinum.