Hvat er ein gerandisfeministur?

Mikudagin 8. mars er altjóða kvinnudagur, og dagarnar fyri kvinnudagin hava ymisk tiltøk verið runt landið, sum á ymiskar háttir varpa ljós á stóra evni.

 

Óhefti felagsskapurin Damudomi, hevur eisini skipað fyri tiltøkum síðani týsdagin, sum varpa ljós á ymisku síðurnar av feminismu og javnstøðu.

 

Damudomi hevur eisini sett eitt átak í gongd á sosialu miðlunum, sum kallast gerandisfeminist. Tað snýr seg um at leggja gerandismyndir av út á sosialu miðlarnar Facebook og Instagram við lýsingini #gerandisfeminist og #damudomi2017. Síðani ber til at síggja, hvussu ymisk fólk uppliva og lýsa feminismu í gerandisdegnum her heima í Føroyum.  

 

- Allir feministar standa ikki á pallum ella stíga alment fram við boðskapum. Tað er í teimum vanligu gerandishandlingunum, sum ikki skapa yvirskriftir, at gerandiskampurin fyri feminismu fer fram. Øll menniskju kunnu í gerandisdegnum útliva feminismu. Gert tú? Spyr, Sunneva Háberg Eysturstein, sum er ein av stigtakarunum til átakið.

 

Les eisini: Javnrættindi: Vit eru ikki komin á mál