Hvat er ein góð kommuna

   

Meta C. Palle
?????????????
Fyri mær er ein góð kommuna eitt stað, har borgarar í øllum aldri skulu kenna seg tryggar, eisini á heilsuøkinum. Tí skal eisini arbeiðast fyri at talið á kommunulæknum er nóg stórt í mun til fólkatalið.
Vit vita øll, at tað er sunt at brúka kroppin. Børnini skuldu tí fingið størri møguleikar at súkla til og úr skúlanum. Hetta kann gerast við at gera fleiri súklubreytir.
Tey eldru eiga øll at hava møguleika at kunna flyta í minni íbuðir- møguliga vardar.
Ung í aldrinum 14 - 18 ár, sum hava hug at fara í býin um vikuskiftini, eiga at hava eitt dansistað, ið er undir eftirliti av voksnum fólki.
Kommunan er nú blivin so stór, at tørvur eisini er á fleiri herbergum til fólk, ið onga aðrastaðir hava at fara.
Hetta vóru nøkur av málunum, eg kundi hugsa mær at arbeitt við.